Ongi úrslit

Fyrispurningur til løgtingslimi: Stytta arbeiðsvikan, hvar bleiv meirilutin av?

Fakfelagssamstarvið
7 tímar síðan

Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum 13 februar 2026 bleiv spurningurin: Nær verður arbeiðsvikan verður stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur. Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum.

Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum.

Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.

Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?

Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?

Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?

Fakfelagssamstarvið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Akademikarafelag Føroya

Føroya Pedagogfelag

Føroya Lærarafelag

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

Í gjár kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

Í gjár kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55