Ongi úrslit

Fýra kommunur seta gongd á heilsuverkætlan í Vági

Á býráðsfundi í 27. apríl varð einmælt samtykt at fara undir prosjektering av einari útbygging av Heilsumiðstøðini í Vági.

© Vágs Kommuna
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Avgerðin er eitt týðandi stig fyri at styrkja heilsutænasturnar í økinum og geva borgarum betri atgongd til tænastur nær heimstaðnum.

Heilsumiðstøðin er felags ogn hjá Hovs, Porkeris, Sumbiar og Vágs kommunum. Kommunurnar hava í felag sett pening av til prosjekteringina, sum fer í gongd beinanvegin. Endamálið er at leggja grundarlagið fyri eina framtíðar útbygging.

Betri tænastur og karmar

Seinnu árini eru fleiri ábøtur gjørdar á heilsumiðstøðini. Kommunurnar siga, at tær vilja halda fram við arbeiðinum. Málið er at dagføra karmarnar, so teir samsvara betur við tørvin hjá borgarum og teimum tænastum, sum verða veittar.

Í dag eru longu nógvar tænastur knýttar at miðstøðini. Við einari útbygging verður møguleiki at víðka virksemið og leggja fleiri tænastur nærri borgarunum. Hetta kann lætta um gerandisdagin og styrkja heilsuverkið í økinum.

Fyrsta stig í størri ætlan

Prosjekteringin fer at leggja dent á tørv, arbeiðsumstøður og framtíðar menning. Hetta er fyrsta stig í einari størri ætlan um at menna heilsutænasturnar í sunnara parti av landinum.
Forkvinnan í Sosialu og heilsunevndini, Rakul Nolsøe í Lágabø, og borgarstjórin, Bjarni Johansen, siga, at tey eru fegin um avgerðina. Tey vísa á, at tað hevur stóran týdning, at tænasturnar fáa betri og tíðarhóskandi umstøður.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

13 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44