Ongi úrslit

Fýra kommunulæknar fleiri í hesum valskeiðinum

Javnaðarflokkurin
3. oktober kl. 19:40

Sitandi samgonga hevur hækkað talið á kommunulæknaviðtalum munandi. Komandi ár kemur ein aftrat, og tá verða 38 viðtalur kring landið.

- Øll skulu hava egnan kommunulækna. Tað hevur verið málið hjá okkum í samgonguni og nú nærkast vit av álvara, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.

Vit hava longu latið upp fleiri nýggjar viðtalur, men tað sum hevur eins stóran týdning er, fólk hava ein kommunulækna í føstum starvi, heldur enn skiftandi avloysarar, leggur hon aftrat.

Eisini her eru stórir batar, og til nú eru seks fastir læknar komnir í størv, sum skiftandi avloysarar fyrr mannaðu.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ein kommunulæknaviðtala afturat við. Tørvurin á nýggjari viðtalu er størstur í Tórshavn, tí enn eru út við 800 havnarfólk, sum ikki hava fastan kommunulækna.

Í 2026 vera sostatt 38 kommunulæknaviðtalur kring landið. 34 viðtalur vóru, tá sitandi samgonga tók við

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02