Ongi úrslit

Fýra bilførarar fingu klipp - fyri trý ymisk lógarbrot

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Aftur í gjár tók løgreglan fleiri bilførarar fyri ymisk lógarbrot.

Ein bilførari fekk bót fyri at koyra 94 kilometrar um tíman í Kollafjørði á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80.

Men so fingu fýra aðrir bilførarar eisini klipp í koyrikortið - fyri trý ymisk lógarbrot.

Førarin á einum lastbili fekk bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 91 kilometrar í Kollafjørði, á strekkinum ímillum tunnilin og rundkoyringina - lastbilar hava bara loyvi at koyra 70.

Tveir bilførarar fingu 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhldna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Og ein bilførari fekk eisini 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at hava eitt pinkubarn í bilinum, uttan at tað var spent fast.   

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57