Ongi úrslit

Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd og trivnað

Sjónám
15. sepember kl. 12:27

Fríggjadagin 12. september 2025 var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.

Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í.

Á skrá vóru fleiri áhugaverdar framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhorni, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.

Høvuðspunktið var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar.

Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Tað krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið - men tíverri taka ikki allir partar lut,” sigur Brandur H.Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.

Ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag, og um hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. Hon verður send luttakarunum, løgd á heimasíðuna og send miðlunum.

Sjónám vil nýta høvið at takka sponsorum hjartaliga fyri teirra týðandi íkast, sum gjørdi tiltakið møguligt.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47