Ongi úrslit

Full semja um at keypa eitt suðuroyarskip afturat Smyrli

Forfólkini í politisku flokkunum eru samd um, at Strandferðslan má fáa eitt skip afturat at røkja Suðuroyarleiðina. Myndin er frá fundinum í Kommunufelagnum í gjár
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað verður neyðugt at keypa eitt skip afturat Smyrli at røkja uðuroyarsiglingina. Tað eru forfólkini í teimum sjey flokkinum, sum stilla upp til løgtingsvalið í næstu viku, samd um.

Politiskur valfundur hevur verið í Kommunufelagnum í gjár, har forfólkini í teimum sjey flokkunum vóru við. Á fundinum vildi kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hava av vita frá teimun, hvat tey ætla at gera við ferðasambandið við Suðuroynna hesi næstu árini.

Víst var til, at Smyril er farin at eldast og avlýsingarnar verða alsamt fleiri við tekniskum brekum.

Og í 2030 er Smyril 25 ár og tá skal hann í dokk á hvørjum ári. Smyril var í dokk í fjør og tá var einki skip at røkja suðuroyarsiglingina uttan Galaxy. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at tað var ein vanlukka.

Samstundis er greitt, at tað verður í fyrsta lagi um 10 ár, at ein Suðuroyartunnil kann takast í brúk, og at tað verður neyðugt at tryggja suðuroyarleiðinda til tá.

Á fundinun í Salt vísti Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli á, at tað er at kalla vónleyst at fáa eitt hóskandi avloysaraskip fyri Smyril.

Sum støðan er nú, hava vit bara Teistan at sigla fyri Smyril, skuldi okkurt hent, sigur hann. Og Smyril er sum ein bilur, eldri ein bilur verður, oftari má hann á verkstað, sigur hann.

Og niðurstøðan er, at full semja er um at tað er bara ein loysn og tað er at útvega eitt skip afturat Smyril. Hetta samsvarar eisini við tað, tey boðaðu frá á kjakfundi í Salt herfyri.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins sigur, at tað er neyðugt at útvega eitt skip afturat sum skjótast, tí Smyril er farin at eldast, og hann er hart troyttur, so spurningurin er, hvussu leingi hann heldur til hetta.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er neyðugt at fáa eitt skip afturat, eisini tí at tað er ómøguligt at fáa hóskandi skip, tá ið Smyril verður tikin úr sigling til kravt eftirlit.

Bárður á Steig Nielsen er samdur, men talan skal vera um eitt størri skip, sum eisini kann sigla í ringum veðri. Næstu ferð, eitt hóskandi skip kemur á sølulista, skulu vit keypa tað, sigur hann.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum er samdur, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, er eisini samd.

– Vit verða noydd at hugsa um eitt avloysaraskip, tí tað riggar ikki at leiga skip, segði Ruth Vang í Salt.

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri sigur, at tað er avgjørt neyðugt at útvega eitt skip afturat og tað heldur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, eisini.

– Tað er alneyðugt at útvega eitt avloysaraskip, segði hon.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

Í gjár kl. 16:04