Ein merktur lundi, sum er uppaldur í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, var fyri stuttum funnin skolaður upp á einari strond í Portugal, deyður.
Hann er ein av túsundtals av fuglum, sum eru skolaðir upp á land í Evropa tær seinastu vikurnar.
Síðani januar eru teir skolaðir upp á land í Portugal, Fraklandi, Spania og Bretlandi, har meginparturin av fuglunum er lundar. Hettar veit RÚV at greiða frá.
-Hetta er ikki so óvanligt, tað hendir altíð av og á. Men tað, sum fólk veruliga stúra fyri er, at títtleikin av ódnum, og serliga hvussu leingi tær halda á, økist í kjalarvørrinum av globalu upphitingini, sigur Erpur Snær Hansen, íslendskur lívfrøðingur, sum hevur kannað lundar í áratíggju.
-Tað, sum fólk halda hendir, er, at í turbulensinum, í hesum ódnum, søkkur maturin av havyvirflatuni og tá er truplari hjá hesum kavarum at røkka matinum. Teir mugu arbeiða harðari fyri at røkka, og enda við ikki at fáa nóg mikið til at hald lív í sær sjálvum, staklarnir, sigur Erpur Snær.
Teir merktu fuglarnir, sum hava verið at funnið, eru oftast uppaldir í Skotlandi. Men Erpur sigur, at hann hevur fingið fráboðan um ein fugl frá íslendska verpingarstovninum.
-Tað kom bara soleiðis fyri, at eg fekk eina fráboðan um, at ein fuglur, sum var merktur her í Stórhöfði í Vestmannaoyggjunum, var skolaður á land í Portugal.
Ein marginalur prosentpartur av okkara fuglum er har í økinum.
Erpur sigur tó, at íslendski alistovnurin, sum er størri enn tann skotski, framvegis heldur seg longur vestanfyri og í størri vatnøki enn fuglarnir, sum hava verið og skolað í land í Evropa.
-Høvuðsbýtið á okkara fuglum er í einum nógv størri øki og meira vestan fyri Evropa. Hinvegin vita vit ikki støddina á hesum bólkunum, tí teir eru so langt úti á sjóvnum. Tað ger at hesir deyðu fuglar ongantíð røkka landi, sum tað hendir í Evropa í løtuni.