Ongi úrslit

Fruktir kristindómsins eru allastaðni

Men sjálvt træið er vorðið fremmant

Sjúrður Skaale
2 tímar síðan

Kvinnan í miðjuni á myndini er Carolyne Kaddu Rasmussen. Hon er ættað úr Uganda, men foreldur hennara rýmdu undan stýrinum hjá Idi Amin til Danmarkar.

(Hon er forrestin mamma komikaran Melvin Kakooza)

Hon skrivar eina bók um kristindómsins leiklut í samfelagnum og lívinum hjá fólki, og av tí, at eg stundum havi sipað til bíbilskar tekstir í almenna orðaskiftinum, vildi hon tosað við meg til bókina.

Tað gjørdist ein sera áhugaverd - og sera drúgv - samrøða.

(Og so er hon eisini sjúkrasystir og gav mær góð ráð um mín brotna fót)

At eg av øllum skal tosa um kristindómsins søguliga og aktuella leiklut og týdning er nokkso løgið. Men orsøkin er, at tað er so óvanligt, at nakar politikari í Danmark yvirhøvur nevnir kristindómin.

Tað er áhugavert, tí kristindómurin er í sera stóran mun tað mentanarliga vatn, Danmark flýtur í; tann mentanarliga mold, landið stendur í. Myndamálið, sum konstant verður brúkt í vanligari talu, sosiallóggávan - ja, í stóran mun allur vælferðarstaturin, sum hann er - byggir á kristin grundvirði.

Kortini er sjálvur kristindómurin blivin fremmandur fyri nógv. Fruktirnar eru allastaðni - men sjálvt træið er blivið fremmant.

Men bókin hjá Carolyne er dømi um eina áhugaverda broyting, sum er við at henda. So hvørt sum islam tekur seg meira fram, eru alsamt fleiri fólk farin at spyrja, hvørjum tey skulu møta islam við. Hvørji teirra virði eru, og hvaðani tey koma.

Tað førir í hesum døgum støðugt fleiri aftur til tað gamla træið…

(Hin kvinnan á myndini er redaktørurin á bókini).

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35