Ongi úrslit

Fróðskaparsetrið og Málráðið gjørt samstarvsavtalu

© Martin Simonsen
Fróðskaparsetur Føroya
29. august kl. 22:05

Endamálið við avtaluni er m.a. at veita fyrisitingini í Málráðnum tryggar og góðar arbeiðsumstøður

Á samkomu í dag skrivaðu Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í Almanna- og mentamálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, undir samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Málráðið.

Málráðið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Sambært lóg og siðvenju samstarvar Málráðið við Fróðskaparsetrið.

Við nýggju avtaluni verður samstarvið útgreinað. Nú verður m.a. lættari at reka fyrisitingina í Málráðnum, Málstovuna, sum flytur inn í niðaru hædd í húsunum í J. C. Svabos gøtu 7, har starvsfólk hjá Fróðskaparsetrinum halda til í ovaru hædd.

Starvsfólk á Málstovuni fáa við avtaluni fyrisitingarligan stuðul frá Fróðskaparsetrinum og tilboð um eitt nú førleikamennandi skeið ájavnt við starvsfólk á Fróðskaparsetrinum.

Málráðið ræður sær sjálvum og tekur avgerðir um raðfestingar á hvørjum ári, og fíggjardeildin á Fróðskaparsetrinum ger fíggjarætlan og umsitur játtanina.

Góða og áralanga málfrøðiliga samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Málráðið heldur fram. Endamálið er sum ásett í lógini at tryggja, “at vitan og førleikar, ið eru á málsliga økinum, verða gagnnýtt til fulnar”.

Við avtaluni verður ómakaleyst at samstarva um tøkni, tiltøk, ráðstevnur, høli, søvn o.s.fr.

Avtalan hevur verið leingi ávegis, og allir partar eru fegnir um, at Málráðið nú loksins kann fara til verka og savna seg um málfrøðiligar spurningar fyrst og fremst.

Vegna vantandi orku hevur Málstovan í eina tíð verið stongd og einans svarað fyrispurningum tveir tímar um vikuna. Í næstum verður lýst eftir málfrøðingum til Málstovuna.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03