Býráðslimur í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, boðar í dag frá á Facebook at øll børn og ung í kommununi nú fara at fáa gleði av einum frítíðarkorti.
Frítíðarkortið er ætlað øllum 17 ár og yngri, so nú fáa øll javnbjóðis atgongd til ítrótt og frítíðarvirksemi í Sunda kommunu.
Jógvan Kruse
Eg fegnist stórliga yvir, at tað hevur eydnast at fáa frítíðarkortið við á fíggjarætlanina fyri 2026, skrivar Jógvan Kruse.
Borgarstjórin Eyðstein Zachariasen umtalar eisini frítíðarkortið :
- Frítíðarkortið verður raðfest!
Mangir eru leikirnir í drúgvum talvi. Vit skulu aftur til mars 2021, tá ið undirritaði á fyrsta sinni setti ynskið fram, um at fáa frítíðarkortið til politiska viðgerð. Til atkvøðugreiðslu hevur tað verið niðurstemmað, og tá ið fíggjarætlanin áður hevur verið fyri, so hevur frítíðarkortið ikki verði raðfest.
Nú bragdaði. Flest øll vita, at frítíðarkortið hevur verið eitt hjartamál síðani eg stillaði upp til kommunuval á fyrsta sinni, men ein ger einki einsamallur. Eitt stórt takk skal ljóða til allar býráðslimirnar, ið hava tikið undir við fíggjarætlanini fyri 2026. Fyri fyrstu ferð er ein játtan tøk til at seta frítíðarkortið í verk í Sunda kommunu.
Hetta fegnist eg um, og vónandi kemur hetta at gagna øllum børnum í okkara góðu kommunu. Málið er, at vit sum kommuna verða førandi innan eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung at vaksa upp.
Eyðstein Zachariasen, Borgarstjóri