Ongi úrslit

Fríggjadagin verða tveir heiðursdoktarar útnevndir

Alment hátíðarhald verður fríggjadagin 12. september í sambandi við, at Fróðskaparsetur Føroya er 60 ár, og tá verða tveir heiðursdoktarar útnevndir

setur.fo
9. sepember kl. 16:30

Í ár eru 60 ár liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, og tí verður alment hátíðarhald fríggjadagin 12. september, tá tveir nýggir heiðursdoktarar eisini verða útnevndir.

Vit á Fróðskaparsetri Føroya gleða okkum til at bjóða almenninginum til hátíðarhald í stásiligu Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, nú Setrið hevur 60 rund ár á baki.

Tiltakið verður fríggjadagin 12. september frá klokkan 14-16, og vit hava sett eina spennandi skrá saman.

Rektarin, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og tingforkvinnan halda stuttar røður; vit fáa tvær spennandi gestaframløgur um ávikavist leiklutin hjá universitetum sum vitanarsúlur í lítla samfelagnum, og um stóra leiklutin, sum metabolisma hevur fyri heilsuna; og vit sleppa eisini at njóta klassiskan tónleik við Jóhannesi Andreasen á flygli og Heiðrun Petersen á violin.

Og so fer Fróðskaparsetur Føroya somuleiðis at útnevna tveir heiðurdoktarar, sum á hvør sín hátt hava givið eitt serligt og vísindaligt íkast við virki sínum. Hvør fær heiðursdoktorat verður avdúkað á degnum í Kongshøll.

Hetta er á øðrum sinni, at heiðursdoktarar verða útnevndir við Fróðskaparsetur Føroya. Fyrstu ferð var í 2015, tá Setrið fylti 50 ár. Tá fingu Hanus Kamban, Jens Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen heiðursdoktaraheiti.

Heimildin í lógini at útnevna heiðursdoktarar er lutfalsliga nýggj. Hon er í lógini um Fróðskaparsetur Føroya og ljóðar soleiðis:

Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.

Hátíðarhaldið endar við eini hugnaløtu við onkrum góðum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

23 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20