Ongi úrslit

Fríggadagin 8. august andaðist ein av okkara rynkum

Hákun Steingrímsson er farin um sýn eina seinastu ferð og eftir standa vit onnur við góðum minnum um henda fryntliga og skemtiliga súkklara

Rynkeby
13. august kl. 14:17

Hákun Steingrímsson er farin um sýn eina seinastu ferð og eftir standa vit onnur við góðum minnum um henda fryntliga og skemtiliga súkklara.

Tað fyrsta sum rann mær til hugs vóru orðini “Hákun! Er tú har?”

“JA” rungaði tað hart frá honum, tá vit og restin av hópinum súkklaðu niðan onkra heldur tunga brekku og vissast skuldi fáast fyri, at øll vóru við.

Hákun var har. Tað snúi seg ikki um hann ella hvat hann kláraði, men sakina, nevniliga tað at gera nakað gott fyri onnur. Gera nakað gott fyri børn og ung við lívshættisligum sjúkum.

Stóra mannfjøldin, jarðarferðartalan hjá presti og mongu minningarorðini í miðlunum bera prógv um júst hetta, at Hákun var har fyri onnur.

Okkara minnir um henda sjálvironiska súkklara, stava frá tí fyrsta, minniliga túrinum í 2014, tá vit á fyrsta sinni súkklaðu til París. Hóast tað ikki altíð gekk sum prestur prædikar, so var lætta lyndi hjá Hákuni við til at lyfta stemningin.

Tað gav at býta, tá vit í oysandi regni, krokandi undir nøkrum trøðum bíðaðu eftir at sleppa at súkkla seinasta teinin inn til París. Tá trein Hákun fram, gjøgnumbloyttur, ballaður inn í okkurt hissini tepp, í súkkluskóm og byrjaði at skipa eina vísu. Tað tók ikki langa tíð, so rungaði tað millum trøðini til stóra undran hjá fremmandu rynkunum. Væl bragdaði, vit fingu hitan aftur og tá vit komu á mál skein sólin og ringa veðrið var gloymt.

Tey bestu minnini eiga tó tit góða Sigrun. Tú, børnini og øll onnur sum stóðu honum nær, hava mist tykkara elskaða Hákun. Tómrúmið er óskiljandi og stórt, men tá er gott at eiga góðu minnir at leita afturá.

Rungandi kórsangurin frá Tórshavnar Mannskóri og trompetspæli hjá Ernst fingu nakkahárini at reisast í Vesturkirkjuni og við hesum virðiliga og vakra enda vilja vit í Team Rynkeby Føroyar við samkenslu minnast Hákun Steingrímsson.

Einaferð rynka, altíð rynka.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

Í gjár kl. 12:30

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

17. august kl. 14:25

Ein av orsøkunum er at sleppa til himmals

19. august kl. 20:55

Biðja fólk halda seg burtur - og ikki ringja

17. august kl. 20:48

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

Í gjár kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37