Ongi úrslit

Friðarligt hjá løgregluni - og eingir stormskaðar

Áki Bertholdsen
5. oktober kl. 09:17

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið.

Men seinnapartin í gjár hendir eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðardali. Tað hendi tá ið ein bilur mátti bremsa harðliga fyri einum seyði, men tað bilurin, sum kom aftan fyri, var so tætt uppi í reyvini á honum, at bilførarin lukkaðist ikki at bremsa - og so brast.

Løgreglan sigur, at eingin av teimum, sum vóru í bilunum, fingu skaða, men bilarnir fingu stóran skaða.

Í gjár var ársins fyrsti heystarstormur, men løgreglan sigur, at tey hava onga fráboðan fingið um stormskaðar, uttan onkra einstaka fráboðan um eina leysa takplátu.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

20 tímar síðan

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

13 tímar síðan

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06