Ongi úrslit

Friðarligt hjá løgregluni í ruskveðrinum

Áki Bertholdsen
21 tímar síðan

Tað hevur verið rættiligt ruskveður seinasta samdøgurið, og tað hevur ikki eggjað til ta stóra virksemið runt umkring.

Og ta tað hevur eisini verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni.

Tey hava hjálpt einum manni til hús, sum lá úti á berajólum, og var so drukkin, at hann kláraði seg ikki sjálvan, og hetta var ikki veður at liggja úti.

Annars er ein maður skuldsettur fyri harðskap eftir eina hending um vikuskiftið, har tveir mans endaðu í slagsmáli í náttarlívinum í Havn leygarkvøldið.

Tað endaði við, at annar av teimum varð skuldsettur fyri harðskap.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

Í gjár kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00