23.10. Kom bókin hjá Jónu Joensen út og nú bert 12 dagar seinni, liggur hon nummar eitt á listanum hjá Gamla Bókhandli.
Jóna, sum er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu, býr í Sveis saman við manni sínum Tomas.
Gamli Bókhandil lýsur bókina soleiðis:
Frí – Um frælsi, sjálvbjargni og skapandi liv. Blásius og Sirius fara á eina ævintýrkenda ferð, har teir uppliva tað einfalda lívið á Kønuborg.
Í útikøkinum skapar Blásius eina forvitnisliga kókibók úr rávørum á garðinum við innblástri úr heiminum. Sirius stórtrívist millum hønurnar, garðin og útilívið. Les postkort hansara til skúlan – full av lívi og upplivingum.
Á Kønuborg býr handaligi Kønus, sum er og ger, júst sum hann vil. Fá íblástur frá gerandislívi og ferðum hansara uttan fyri klettarnar.
Uppliv bygdarlívið á Mønini og møt teimum, sum ikki lata seg ávirka, men halda fast í tí siðbundna. Og kom við til Tuskuvíkar og møt onkrum av teimum, sum eru sín egin.
Ein skemilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl og gleðina at vera á ferð.
Bókin fæst í handlinum og á heimasíðu okkkara á https://bokhandil.fo/handil/fri/