Í gjárkvøldið samtykti Løgtingið, at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum til 12. viku.
Men meirilutin var so tepur, sum kann kundi vera, tí 17 tingfólk atkvøddu fyri og 16 atkvøddu ímóti, og sostatt leyp eingin atkvøða av.
Tað, sum gjørdi, at Løgtingið varð samtykt, var, at Javnaðarflokkurin umskipaði Landsstýrið.
Úrslitið av tí var, at Súsanna Bertholdsen fór úr Landsstýrinum og aftur í Løgtingið, so at hon kundi atkvøða fyri uppskotinum.
Hinvegin fór partamaður hennara, Djóni Nolsøe Joensen, sum er ímóti fríari fosturtøku, úr Løgtinginum og í Landsstýrið, so hann fekk ikki atkvøtt.
Tí endaði atkvøðugreiðsln 17 - 16 til frama fyri uppskotinum.
Men skipanin er soleiðis, at Løgtingið skal atkvøða um málið eina ferð aftur at fyri at tað skal vera endaliga samtykt og sett í verk.
Og tann atkvøðugreiðslan verður longu seinnapartin í morgin.
Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni tað sama, er uppskotið endaliga samtykt. Og tað merkir, at frá 1. juli næsta ár, er frí fosturtøka í gildi til 12. viku.
Men tað stendur eisini í uppskotinum, at stríðir tað ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá einum lækna, ella øðrum heilsustarvsfólki sum skulu til fyri at gera fosturtøkuna, kann viðkomandi verða frítikin.
Hetta er kortini ikki galdandi, um talan er um bráðneyðuga læknahjálp.
Tá ið sipað verður til, at eisini onnur heilsustarvsfólk, enn læknin, kunnu biðja um at sleppa frá at vera við til eina fosturtøku, verður hugsað um tey, sum eru við til at fyrireika eina fosturtøku, bæði við heilivági ella sum eru við til sjálva fosturtøkuna.
Tað fevnir eisini um tey, sum geva kvinnuni heilivág, doyving og annað í hesum sambandi.
Men hetta fevnir ikki um tey, sum veita kvinnuni røkt eftir eina fosturtøku.
Men tað verður eisini gjørt greitt, at hóast starvsfólk bera seg undan, kann tað ongantíð forða fyri, at ein kvinna fær eina lógliga fosturtøku.
Tað vil siga, at bera heilsustarvsfólk seg undan, skal leiðslan á sjúkrahúsverkinum syrgja fyri, at onnur heilsustarvsfólk eru til staðar, so at kvinnan fær fosturtøku.
Soleiðis atkvøddi Løgtingið í gjákvøldið:
Fyri uppskotinum um fría fosturtøku, atkvøddu:
Ímóti uppskotinum, atkvøddu:
