Fregnartænastan hjá donsku verjuni leitar nú eftir privatfólki og fyritøkum, sum kunnu verða við at loysa loyniligar uppgávur.
Tað skrivar Ritzau.
Danmark hevur tvær fregnartænastur. Onnur er PET (Politiets Efterretningstjeneste), og hin er FE (Forsvarets Efterretningstjeneste). Hesar fregnartænastur umfata eisini Føroyar og Grønland.
FE sigur í uppslagi, at tey hava brúk fyri fólki at loysa uppgávur bæði innanríkis og uttanríkis, og eingi serlig krøv eru um útbúgvingar ella førleikar. Øll, sum hava hug at vera við at verja ríkið, verða biðin um at bjóða seg fram.
Tað verður ikki nevnt nakað ítøkligt um, hvørjar uppgávur talan er um, men sambært stjóranum í FE er talan um fjølbroyttar uppgávur.
– Nógv av okkara virksemi má haldast loyniligt, men eg kann siga, at talan er um størri og smærri uppgávur. Summar eru gerandisligar, aðrar eru meira krevjandi. Men vit hava brúk fyri nógvum ymiskum førleikum í okkara virksemi, sigur Anja Dalgaard-Nielsen við Ritzau.
Hon sigur, at FE frammanundan samstarvar við fólk og fyritøkur, men at hetta er fyrstu ferð, at tey beinleiðis søkja eftir fólki á hendan hátt.