Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið søguliga lágt leingi - og tað er tað enn. Hagstovan sigur, at í mars í ár var arbeiðsloysið 1 prosent og tað eru 0,2 prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani.
Tað merkir, at í mars vóru 366 fólk arbeiðsleys og tað eru 65 fólk færri enn í sama mánað í fjør.
Her er bæði talan um tey, sum arbeiða fulla tíð og tey, sum iki arbeiða fulla tíð.
Verða tølini roknað um til fulltíðarstørv, eru 312 fólk arbeiðsleys og tað eru 50 fólk færri enn fyri einum ári síðani.
Men tað vísir seg eisini, at arbeiðsloysi hjá kvinnum er eitt sindur minni enn tað er hjá monnum.
Í mars vóru tilsamans 136 kvinnur arbeiðsleysar og verður tað roknað um til fulltíðarstørv, er talan um 109 og tað er eitt arbeiðsloysi upp á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri.
Hinvegin eru tilsamans 230 menn arbeiðsleysir. Roknað um til fulltíðararbeiðsloysi eru tað 203 menn sum eru arbeiðsleysir og tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani.
Her sæst, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi
Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu arbeiðsloysið rakar í teimum ymsu pørtunum í landinum.
Í mars var arbeiðsloysið minst í Norðoyggjum, har tað var 0,5 prosent og tað er 0,3 prosentstig minni enn í sama mánað í fjør. Í Suðuroy afturímímóti, var arbeiðsloysi nógv størst, tí har var tað øki 2,3 prosent, sum tó er 0,9 prosentstig enn í mars í fjør.