Ongi úrslit

Framsókn bjargar ikki samgonguni

Løgmaður hevði møguleikan at fáa Framsókn upp í eitt samgongusamstarv í fjør, men nú er ov seint, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn

Steinar Patursson
8. november 2022 kl. 16:58

Tað verður ikki Framsókn, ið fer at bjarga samgonguni, nú Miðflokkurin hevur tikið seg úr samgongusamstarvinum.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Jenis av Rana varð fyrr í dag koyrdur frá sum landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og seinnapartin í dag gjørdi Miðflokkurin afturfyri greitt, at flokkurin tekur seg úr samgonguni.

Samgongan er tí slitnað og samgongumeirilutin er farin.

Tað er rættiliga ósannlíkt – fyri ikki at siga púra ósannlíkt – at Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin fara at bjarga samgonguni, og Ruth Vang ger nú eisini greitt, at hennara flokkur er ikki sinnaður at hjálpa samgonguni.

Við Dimmalætting sigur Ruth Vang, at løgmaður fekk møguleikan fyri einum ári síðani at koma í samgongu við Framsókn, men tá skuldi ”ruddast borð”, og samgongan skuldi skipast av nýggjum.

Tað var í kjalarvørrinum av óskilinum, ið valdaði eftir at Johan Dahl og Annika Olsen høvdu atkvøtt fyri málinum um sammøður.

- Nú er ov seint, sigur Ruth Vang og ger greitt, at Framsókn ætlar sær ikki upp í nakað samstarv við núverandi samgongu.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01

ABC fara til samráðingar í morgin

29. mars kl. 11:05