Ongi úrslit

Framløgudagur um fiskivinnuroyndir

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 27. mars 2026, og byrjar kl. 08.30 við kaffi og onkrum undir tonnina.

Kl. 09.05 fer Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, at seta framløgudagin.

Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026 klokkan 16:00 við at trýsta á hetta leinkið.

Her sæst eisini skráin fyri dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

Í gjár kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09