Í 2019 fór týska rannsóknarskipið, Polarstern, frá Tromsø. Ferðin varð sett móti Norðpólinum, har skipið skuldi sigla seg fast í ísin og lata seg reka við ísinum. Endamálið var at granska avleiðingarnar av upphitingini av jarðarknøttinum og hvussu tað ávirkar arktiska økið. Við skiftandi manning, so hava 600 granskarar frá 20 londum hava luttikið á granskingarferðini.
Týsdagin klokkan 12 verður møguligt at hoyra og síggja framløgu av norðpólsferðini.
Granskingarferðin hevur kostað umleið 140 milliónir evrur (meira enn eina milliard krónur) hevur eydnast væl og ferðin gekk skjótari enn væntað.
Skjóta ferðin ber brá av, at ísurin við arktisk er við at smelta. Eftir ætlan, skuldi Polarstern sigla seg fast í ísin og lata seg reka við ísinum yvir Norðpólin í 13 mánaðir, men ferðin gekk munandi skjótari vegna tunna ísin.
Hetta merkti, at granskarar ynsktu, at skipið skuldi sigla aftur til Norðpólin fyrr í summar, so at skipið kundi reka við einum øðrum ísflaka seinasta part av túrinum. Hetta, fyri at fáa so góð hagtøl sum gjørligt.
Fyrsta granskingarferðin, ið líkist Polarstern-granskingarferðini, var í árunum frá 1893-96. Tá sigldi norska skipið Fram so langt norður, sum tað kundi, so granskarar kundu gera kanningar.
Í 2007 fór eitt franskt skip út á granskingarferð. Tá tók túrurin hálvtannað ár.
Skal gera okkum klókari uppá veðurlagið
Granskarnir, ið hava verið umborð á Polarstern, eru nú komnir heim við nógvum upplýsingum frá kanningarferðini.
Mátingar frá ferðini skulu gera okkum klókari uppá, hvussu nágreiniligar fylgisveinamátingar av havísinum eru.
Tá granskarar vanliga gera mátingar av havísinum, so gongur tað fyri seg við hjálp frá fylgisveinum. Og tá er ein ávís óvissa bundin saman við hesum.
Framløgan verður, sum áður nevnt, týsdagin klokkan 12 og verður at síggja á netinum.