Tesla er nú farið undir at framleiða teirra robott-hýrivogn undir navninum Cybercab. Hettar boðaði stjórin Elon Musk frá mikudagin.
Musk legði eina lýsing út á X við stuttu yvirskriftini, Cybercab er farið undir framleiðslu.
38 sekundir langa videobrotið, sum millum annað er tikið innan úr einum bilføraraleysum hýruvogni, vísur akfarið rulla av verksmiðjugólvinum, og koyra út á gøtuna.