Ongi úrslit

Fráferðartíðirnar verða framskundaðar

Tvs. at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður kl. 6:00 allar gerandisdagar

Jóhanna Højgaard
13. august kl. 17:12

Strandferðslan sigur nú at fráferðartíðirnar hjá leið 7, sum er M/F Galaxy, vera framskundaðar ein tíma.

Tvs. at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður kl. 6:00 allar gerandisdagar ímeðan fráferðartíðirnar fyri vikuskiftini eru óbroyttar.

Fráferðartíðirnar í bíleggingarskipanini verða rættaðar frá hósdegnum 14. august.

Ferðaætlanin tekur við tá M/F Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august.

Sum áður skrivað í í grein um Suðuroyarsiglingina, er nakað av tí Strandferðslan skal hugsa um, tær kravdu hvílitíðirnar hjá manningini.

Hettar er ein orsøkin til at farið var í holt við at broyta tíðirnar.

Tá ið Herjólfur avloysti Smyril í 2022, var fyrsta fráferðin av Krambatanga eisini klokkan seks á morgni.

Tá Galaxy var her seinast í 2017, var eisini loyst frá kai klokkan 07.00, eins og tað var galdandi fyri Prince, tá ið hann avloysti Smyril í 2019.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57