Seinnapartin í gjár, og út á kvøldið, vóru sera ring koyrilíkindi í tí mesta av landinum og sum vit skrivaðu í áðni, elvdi tað til nakað av trupulleikum.
Tað eru heldur frægari koyrilíkindi í morgum og í hvussu so er hava tey grivið á høvuðsvegunum. Men Landsverk ávarar kortini um, at tað er hált er um alt landið.
Tað er jarðrok á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er eisini sera hált í Gøtudali, frá rundkoyringini í Gøtudali og niðan á Varmakeldueiði.
Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Syðradal á Streymoynni og á Gjáarvegnum eru vánalig líkindi.
Beint nú sær soleiðis út, at roknast kann við hálku á hesum støðum, í Klaksvík á Gerðabøi, á Gjáarskarði, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegurin, á Høgareyni í Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðradalsskatð, á Sundi, á Velbastaðhálsi og á Porkerishálsi.