…hmm…viðhvørt vilja miðlarnir taka seg út fyri mær sum onkur segði um Lucas Debes í einum ummæli av eini sokallaðari faksimile-útgávu av „Færoæ et Færoa reserata“ fyrst í trýssunum…Lucas Debes skrivaði ummælarin stóð hugsanarliga við øðrum fótinum á útgáttini hjá miðøldini og himpraðist við at stíga hin út í sína samtíð…gaman í visti Havnarprestur av seytjandu aldar nýbrotum úti í Evropa…í vísindum…í heimspeki…eitt nú Descartes…. men í skriving síni tók harra Lucas hvørt høvi sum helst at hvørva aftur til gamlar kreddur, pátrúgv og djevlafrøði… í Føroyalýsing síni, veit prestur sostatt meira at siga um fylgsni, skrímsl og Sátans ágang og forknúsilsi enn um oyggjaskeggjarnar sjálvar… teirra lív, kor og framtíðarútlit…
…nú var so amerikansk forsetavitjan her suðuri í London um dagarnar…ella í grendunum við London…í Windsor…og í Chequers…frítíðarsetrinum hjá bretska forsætismálaráðharranum í Buckinghamshire…og tað var stás og stákan…bretar leitað alt sítt stórveldispynt fram…har glimraði og glitraði uppi sum niðri…ella ið hvussu er sóu fólk ikki betur, har tey sótu framman fyri sjónvarpsskíggjarnar…tí tað var nú so… almenningurin…skattgjaldarin…var ikki boðin í dýrdina og nógv lagt fyri til at hegna hann úti…manshøgar girðingar settar upp allastaðni, har forsetin við fylgdarliði kom… brynjubjálvaðir garpar á varðhaldi við hvørt lið til at reiðar at skjóta, skuldi nakar ditta sær at órógva, meðan øll deiligheitin varð miðlað til hyggjarar báðumegin Atlantshav…og tað var so satt eitt eygnayndi sum har miðlaðist… tveir samfullar dagar…triði Karl og Trumpurin… skreytrøðir av rossum og monnum við skínandi sáplum undir blonkum hjálmum… skreytdøgurðar í skreytsølum…skreytkonur og skreythattar… bordar og medaljur fyri heilar fíggjarlógir…ja, tað veit gud…tað var næstan sum Viktoria drotning var afturkomin í verðina…
…men hví lótu bretskir myndugleikar seg hava slíkan útstand…?...hví gjørdu teir sær eitt sovorðið forpyntilsins slit og slabb av einum forseta, teirra borgarar flestir halda lítið um politiskt…og tað enntá fyri aðru ferð í seks ár, sum í sjálvum sær er søguligt, tí ongantíð hevur nakar amerikanskur forseti fyrr verið boðin á almenna vitjan í Bretlandi tvær ferðir í síni embætistíð…?...ja, helst man tað vera tí, at bretar sum er…í sínum avdankaða veldi…hava lítið um at halda í heimspolitiska spælinum annað enn hetta, teir rópa sítt serstaka samband við Sameindu Státirnar…bretum liggur tískil nógv á at halda seg góðumegin sitandi amerikanska forseta og gera hosur sínar grønar fyri hansara politisku lúnum og fáfongd…og tað eydnaðist eftir øllum miðlamerkjum at døma hesar báðar dagarnar forsetavitjanin vardi…hvørja miðlaða løtu var Trumpurin mitt í verðini…ikki at siga sjálv miðjan í teirri verð av afturlítandi innbilningi, hann og ein smikrandi hirð hava pentað sær saman so kristiliga, at meginreglurnar, sokallaðu landsfedrarnir í seytjanhundrað og seks og hálvfjerðs settu fram í amerikansku sjálvræðisyvirlýsingini, nú mest eru fyri dumbu at rokna, ið má skiljast frá korninum, skal kornið gera Amerika stórt og miklari aftur…
…nú skal eg ikki taka fyri, at forsetin ikki veit av broyttum tíðum í broyttum heimi, men eins og Lucas Debes eigur hann ikki gott hvørki við samtíðina ella hvussu søgan hevur skákað sær hetta síðan í hálvtrýssunum…íðan brúkar forsetin hvørt høvi, ið býðst at sveipa gjarðir av møsni og hálvvitan um seg í teirri trúgv, at tær geva honum mátt…onkran torugudskraft politiskt…
…í Føroyum hinvegin var eingin forsetavitjan í farnu viku…har sást ikki so frægt sum í halaferðina á einum donskum ráðharra…men Breddin var…í Kringvarpinum… fríggjamorgunin…og í Breddan kom ein fyrrverandi fiskimálaráðharri, men í løtuni sýslumaður og ennverandi láturverji hjá fáveldinum…ta løtuna eg lurtaði, ljóðaði tað mær ikki øðrvísi enn, at sýslumaðurin… einki minni enn Trumpurin… var mitt í verðini…ella í minsta lagi mitt í eini verð, áðrenn kreppuna í hálvfemsárunum…ja, kanska heilt afturi í hálvfjerðsunum…ella í onkrari bíbliuøld politiskt og fyri tann skyld helt seg vera Ezekiel, tá Guðs hond kom yvir profetin við Kebaránna…jú, men sá sýslumaðurin bæði harðveður og øgilig skýgg…øll í eldi…heingja seg yvir samfelagið…nú summir vildu útvaldar reiðarar minni útvaldar…minni førar fyri at ráða einsamallar…tí, segði sýslumaðurin og legði dýran við, hetta vóru ráð óútvaldir akademikarar og ein ávísur flokkur løgdu við sínum Sátans-íspunna tvassi um tilfeingisrentu…og annars helt sýslumaðurin um fólksins ogn, at tann ognin var fýra hjól av kolsvartari lygn og innan um hvørt av hesum fýra hjólum aðrar og kolsvartari lygnir um reiðarar, ið seldu skip og kvotur sínámillum…tí sjálvandi var vinningurin av sovorðnum sølum betur farin í reiðarahendur enn aðrar…hvat tá…men serliga fall tað nú sýslumanninum fyri bróstið, at SEX prosent í gjøldum frá útvøldum í vinnuni kundu frelsa tað almenna frá nøkrum haldføristrupulleika…ja, tað so vist eisini lygn…tað við…og ikki bara lygn, uttan so fúlt…so ónæriligt… sum hevði langabbi illamann víst reyv í Gekkinum…so ókristiligt…ja, sýslumaðurin fekk kjaftstopp av berum rørilsi…eitt bil hoyrdust bara snýs frá honum og onkur brestur sum av springara við mikrofon í blástrinum…men tá legði útvarpskvinnan uppí og tók hana av honum…altso mikrofonina…og tí skili endaði Breddin…
…nei, líka veit eg, men soleiðis limraði íspegilin um møsn og føroyska kjakmentan…:…
Tá stormarnir storma í glasi,
Tá stendur nú sjáldan á masi,
Men svart gerst ósvart
Og svassið so lært
Sum grind, ið vil svimja í grasi,
Sum grind, ið vil svimja í grasi
So grøvin frá henni av frasi
Vil breiðast so breitt,
At breitt ger tað eitt,
Sum annars var ósamt og brasið,
Sum annars var ósamt og brasið,
so einki fær svomið í grasi
Og grind bara grind
Og grimmilig synd,
Tá stormarnir storma í glasi.
…spyrst, so gloymist…