Alt byrjaði við einum upprópi um at brúka føroysku ullina, sum ofta varð brend.
– Vit eru uppvaknar við, at alt skal brúkast - og onki burturbeinast, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Tað var júst tað, sum varð upprunin til fyritøkuna, tá Guðrun Rógvadóttir bankaði upp á hjá Guðrun Ludvig fyri 25 árum síðani, við einum hugskoti um at gera nakað burtur úr føroyskari ull.
Binding var tá roknað sum nakað gamalsligt, og mong vóru skeptisk. Men viðurkenningin uttanifrá gav teimum rúm og høvi at vísa, at føroyskt handverk kundi røkka langt.
- Vit royna alla tíðina at flyta mørkini fyri, hvat føroyskt tilfar kann brúkast til, sigur Guðrun
Til dømis kann 1-tráða tógv nýtast til ymiskt smart í dag - í staðin fyri tað vanliga, sum fyrr bert var brúkt til undirtroyggjar, eru tær nú farnar at nýta tað saman við ymsum pløggum, sum er luftugt bundin.
Eitt dømi er teirra nýggja gólvteppi úr føroyskari ull, sum er eindømi, tí tað verður ikki farvað, og av tí sama, eru tað ikki tvey, sum líkast. E
itt rúm fær ein natúrligan anga av ull, og kenslan at traðka á teppið gevur eina serliga sansaliga uppliving.
Ferðavinnan hevur eisini sett ferð á áhugan fyri klæðum úr Føroyum.
Í Japan, har tær hava fast handilssamband, verður føroyska handverkið sett í samband við góðsku og siðvenju.
Í november verða tær aftur í Tokyo, hesa ferð við framsýning í stórhandlinum ISETAN – einum av mest framkomnu í Asia.
Tær samstarva við bæði føroysk spinnarí og bóndur. At framleiða í Føroyum hevur eisini sínar avbjóðingar, serliga at finna nógvar bindikonur.
Guðrun & Guðrun hava bindikonur í bæði Peru og Jordan, fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin.
Við tveimum kollektiónum um árið, og greiðum etiskum boðskapi, halda tær fram at flyta mørkini fyri, hvat føroyskt kann vera.
– Vit eru errin av at vera óformligir ambassadørar fyri Føroyar, tí, tá ið vit eru úti og tosa um Guðrun & Guðrun, er tað tann føroyska mentanin, vit varpa ljós á, sigur Guðrun Rógvadóttir.