AB vann í dag 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 1-0. Úrslitið ber við sær, at AB eftir fýra umfør hevur níggju stig, og at AB harvið telist millum tey, sum kappast, har tað er heilt hugaligt at vera.
Burtursæð frá tepra 2-1 tapinum í triðja umfari í Runavík, sum Øssur Hansen og hansara menn hava alla orsøk at iðra seg um, tí teir kundu væl havt vunnið í hvussu so er eitt stig, so hevur AB higartil vunnið fulla úrtøku.
Sunnudagin verður av álvara talan um styrkisroynd, tí tá fer AB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Ofta hevur tað verið so sum so við lokala samleikanum, tá ið AB hevur roynt seg í bestu deildini. Soleiðis er tað ikki nú, og tað ger tað ikki minni hugaligt hjá teimum á Argjum, har fótbóltsfepurin av álvara ger um seg.
Í dag vóru tað tveir av lokalu spælarunum, sum skoraðu málini.
Tað fyrra skoraði Ragnar Skála í 22. minutti. Eftir innkast í høgru var tað liðformaðurin og argjamaðurin Bjarki C. Nielsen, sum legði bóltin fyri føturnar á Ragnari Skála, sum smekkaði til úr 21 metrum, og bólturin streyk eftir vøllinum og dygst inn við nærra stólpa og aftanfyri Sebastian Dalby Wille, sum tveitti seg og ivaleyst iðrar seg um, at hann fekk fatur á bóltinum.
Smáar tíggju minuttir eftir steðgin tvífaldaði AB um leiðsluna. Lucas Ørneborg legði flatt innfyri úr høgru. Við nærra stólpa vóru gestirnir óhepnir, tá ið málverjin og ein av liðfeløgum hansara komu í trol við hvør annan, og so var tað Sjúrður Henriksen, sum við aftara stólpa og úr stuttari staðfestu setti bóltin í netið.
Sjúrður Henriksen hevur lagt upp til mál fyrr í ár, men hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at skilagóði 18 ára gamli vongverjin var málskjútti í bestu deildini.
07 Vestur lá ikki nakað serligt undir í fótbóltsspæli, og gestirnir úr Vágum megnaðu at spæla seg til støður og møguleikar, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin í málið aftanfyri sera skilagóða Jesper Sørensen í AB málinum. Leygardagin verður hann 23 ár.
Sunnudagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti toppliðnum NSÍ.