Á G-Festivalinum í summar verður ein heilt serlig konsert. Nú er nevniliga greitt, at Føroyski bólkurin, Clickhaze, fer at spæla á G-festivalinum í summar. Sostatt fara tey aftur á pall eftir ein steðg í yvir 20 ár.
– Hesin bólkurin er við árunum blivin púra mýtologiskur, siga fyriskipararnir. Men tað er kanska einki undur í tí, tá ið tú hyggur eftir limunum í bólkinum, sum eru Mikael Blak, Jens L. Thomsen, Eivör Pálsdóttir, Bogi á Lakjuni, Jón Tyril, Högni Lisberg og Petur Pólson.
–– Hesi sjey ganga aftur í so nógvum bólkum, á so nógvum plátum og í so nógvum tónleikaligum samanhangi, at tað er nærum ógjörligt at nevna alt, siga fyrireikararnir.
– Tónleikurin er, enn tann dag í dag, serføroyskur við altjóða ráki, sum nú er vovið inn í arvastrongin av föroyskum tónleiki.
– Ein broddur í menningini, at fáa föroyskan tónleik at taka sæti á altjóða pallum - tað vóru tey tá og eru tað enn, siga fyrireikararnir.