Ongi úrslit

Føroyskur dansifilmur á altjóða støði

Vinnuforum
8. oktober kl. 22:30

Føroyskur dansifilmur á altjóða støði

Tá Vinnuforum 2025 verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober, fara Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre at leggja fram um sítt arbeiði við filmsverkætlanini RAMMATIK, sum hevur vakt ans langt uttan fyri landoddarnar.

RAMMATIK varð sett á stovn í 2008 og hevur síðani arbeitt við at varpa ljós á føroyska filmslist og menna føroysku filmsverðina við føroyskt framleiddum dansifilmum. Verkætlanin hevur vunnið altjóða virðislønir fyri sín serliga stíl og sterku myndagongd, har dansur og filmur verða flættað saman á nýskapandi hátt.

Verkætlanin fevnir bæði um filmsframleiðslur og livandi framførslur, og við nýskapan, áhaldni og dirvi hava Rannvá og Marianna prógvað, at tað ber til at skapa føroyska dansifilmslist á altjóða støði. Filmarnir hjá teimum hava verið vístir á fleiri stórum filmsfestivalum kring heimin.

Á Vinnuforum fara tær at greiða frá arbeiðinum handan RAMMATIK og sínum royndum við at skapa føroyska list, ið røkkur út um landamørk.

Vinnuforum 2025, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, samlar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk, myndugleikar og áhugaði til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.

Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.

Les meira og melda til á: www.hugskotid.fo/events/vinnuforum

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02