Ongi úrslit

Føroyskt handverk vakti ans í donsku meistarakappingini

Føroyskt handverk vakti stóran áhuga á DM í Skills, har Skills Føroyar vísti fram ein siðbundnan føroyskan grótgarð

© Myndir: industry.fo/Lasse Skov/SkillsDenmark
industry.fo/Handverksmeistarafelag
3 tímar síðan

Í DM í Skills gjørdi nýstovnaða Skills Føroyar vart við seg við einum framsýningarbási, har siðbundið føroyskt handverk var í miðdeplinum. Føroysku umboðini vístu fram klassiskan føroyskan grótgarð, sum varð bygdur á staðnum.

 Tað vóru Mia Helmsdal Clothier, anleggsgartnaralærlingur, og Lasse Lauritzen, lærumeistari, sum stóðu fyri at laga garðin á framsýningini. Arbeiðið vakti stóran ans millum vitjandi. Dygdin í handverkinum og siðbundna arbeiðslagið skaptu bæði forvitni og áhuga.

Serligur dentur varð eisini lagdur á bakgrundina á básinum. Hon bygdi á eina filmsupptøku av einum føroyskum grótgarði, sum varð tikin í vøkru náttúruni á Velbastað. Filmsupptøkan, sum franski Lucas Frayssinet gjørdi, vísti, hvussu garðurin varð longdur, so hann tóktist halda fram út gjøgnum myndina.

Upptøkan vardi nærum fýra tímar, og nógvar ymiskar søgur fóru fram undir arbeiðinum. Saman við livandi framsýningini gjørdi hetta básin serliga livandi og hugtakandi fyri tey vitjandi.

 Tað er Skills Føroyar, sum stóð fyri átakinum. Skills Føroyar er eitt samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafeløgini. Endamálið er at menna og varpa ljós á føroyskar yrkisútbúgvingar – eisini uttan fyri Føroyar.

 Luttøkan á DM í Skills hevði ikki bert til endamáls at vísa fram siðbundið handverk, men eisini at gera tað á ein hátt, sum skilur seg frá tí, ið vanliga verður sýnt fram í Danmark. Hetta er liður í eini størri ætlan um at vinna altjóða viðurkenning.

Skills Føroyar arbeiðir í løtuni miðvíst fyri at fáa Føroyar góðkendar sum kappingarland í bæði EuroSkills og WorldSkills. Luttøka á tiltøkum sum hesum verður mett sum eitt týðandi stig á leiðini móti hesum máli.

Myndir: Lasse Skov/SkillsDenmark

 

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

21. apríl kl. 14:30

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18