Ongi úrslit

Føroyskir granskarar kunnu søkja um stuðul til arktiska gransking

Danski granskingargrunnurin Danmarks Frie Forskningsfond hevur boðið út 46,5 milliónir kr. til at menna arktiska gransking.

gransking.fo
16 tímar síðan

Føroyskir granskarar kunnu nú søkja um stuðul til arktiskar granskingarverkætlanir á øllum fakøkjum frá Danmarks Frie Forskningsfond.

Danski granskingargrunnurin hevur boðið út 46,5 milliónir kr. til at menna arktiska gransking. Endamálið er at stuðla burðardyggari menning í Arktis við størri vitan um veðurlagsbroytingar og avleiðingar av eimum fyri lívmargfeldi, vistskipanir, mentanararv og livikor í Arktis.  

Verkætlanir, ið kunnu søkja um stuðul, skulu fevna um samstarv millum granskarar frá í minsta lagi tveimum ymiskum granskingarstovnum. Danmarks Frie Forskningsfond mælir til samstarv millum granskarar á ymiskum stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Eingi krøv verða tó sett um ríkisborgaraskap ella heimstað hjá umsøkjarum, og talan kann tí eisini verða  um samstarv við granskarar uttan fyri londini í Ríkisfelagsskapinum.

Danmarks Frie Forskningsfond hevur gjørt av, at stovnar í Føroyum og Grønlandi skulu fáa sama fyrisitingarkostnað sum stovnar í Danmark. Tað merkir, at til dømis Fróðskaparsetrið fær 44 prosent i fyrisitingarkostnaði, um umsóknir frá teimum verða játtaðar.

Freistin at senda inn umsóknir um stuðul til útboðið "Arktisk gransking - Veðurlagsbroytingar og burðardygg arktisk samfeløg" er mikudagin 3. september 2025 kl. 12. 

Les meira her.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

16 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42