Ongi úrslit

Føroyskir granskarar fáa tríggjar milliónir

Iben Nyholm Debess, vinstrumegin, og Barbara Scalvini, fingu ta størstu játtanina
Granskingarráðið
3 tímar síðan

Føroyskir granskarar hava fingið tilsamans 3 milliónir í stuðli frá NordForsk til tríggjar ymiskar granskingar- og samstarvsverkætlanir.

Størsta játtanin er til Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum. Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, granskarar á Máltøknideplinum fáa umleið 2,3 milliónirtil eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.

Granskarar á tveimum føroyskum granskingarstovnum hava harumframt fingið tilsamans 796.000 krónur til at vera við í eini verkætlan um norðurlendskt granskingarinfrakervi.

Og Jóhannus Kristmundsson, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, og Regin Fjallsbak, KT-leiðari, á Fróðskaparsetrinum, hava fingið slakar 500.000 krónur Noomi Gregersen, ph.d., leiðari í Heilsustýrinum, hevur saman við fimm øðrum starvsfólkum fingið umleið 300.000 krónur

Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er við í, kallast Nordic-Baltic Dataverse Hub. Her eru 17 luttakarar frá 6 stovnum úr 6 londum við.

Verkætlanin, sum Heilsustýrið er við í, kallast The Nordic Biobank Network. Her eru 35 luttakarar frá 13 stovnum úr 6 londum við.

Fleiri umsóknir verða játtaðar

NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur játtað munandi fleiri umsóknir úr Føroyum, eftir at Føroyar gjørdust fullgildur limur í NordForsk fyri skjótt trimum árum síðani.

Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk, hevur júst verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna um arbeiðið í NordForsk. Hann heldur, at limaskapurin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar.

- Tað hevur gjørt stóran mun, at Føroyar nú eru fullgildur limur. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur, og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður, sigur hann.

Útboðini hjá NordForsk snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni fingið stórar upphæddir til luttøku í granskingarverkætlanum.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

660 menn fyri fríum vali

Í gjár kl. 17:00

Ov langt hjá nógvum havnarfólki at fara til lækna

27. november kl. 09:13