Arbeiðarafjøldin! Hon hevur bygt hetta samfelagið – tað er hennara stríð og slit, sum hevur givið Føroya fólki eina bjarta framtíð.
Tað er hon, sum hevur gjørt Føroyar til heimsins besta og tryggasta land at liva og virka í !
Føroya land er vælsignað við einum ovurhonds stórum náttúrutilfeingi.
Arbeiðsfólk á landi eiga sín lut í hesum fiskaríkidømi.
Føroyska Arbeiðarafjøldin, ið hevur ment fiskivitanina her á landi í samfull 150 ár, er á einum vegamóti, tí okur loyva ovurhonds stórum nøgdum av føroyskum fiski at fara óvirkaðar av landinum, uttan at føroyska servitanin, arbeiðsfólki á virkjunum, sleppur framat at nerta fiskin.
Meira enn helmingurin av øllum tí framúr góða føroyska botnfiskinum fer óvirkaður av landinum – hann verður bara ísaður og sendur til virkingar uttanlands.
Sum tað einasta landið í vesturheiminum loyva okur fiskatilfeinginum at fara frítt út av landinum, hetta er ikki skilagott!
Hetta má støðga. Tí annars missa okur servitanina til fiskavirking og okur missa okur týdningarmiklu arbeiðsplássini. Arbeiðið á fiskavirkjum gerst alt ov óstøðugt og ótrygt hjá føroysku arbeiðsfjøldini av hesum.
Arbeiðið hjá føroysku fiskivirkisfjøldini skal tryggjast við lóg, sum okkara grannar gera.
Veljið eitt sterk umboð inn á Føroya Løgting.
Setið krossin við Bjarna Hammer, á lista C