Ongi úrslit

Føroysk fyritøka keypir fyritøku í Meksiko

Bæði úrval og marknaður verður størri

Áki Bertholdsen
18. februar kl. 11:20

Føroyska fyritøkan, Ocean Rainforest hevur nú keypt meirilutan, ella 60 prosent, í meksikansku fyritøkuni, Alamarsa.

Alamarsa eigur vørumerkið, Algamar og er viðurkent fyri vørur sínar úr stórtara og øðrum tarasløgum, sigur Ocean Rainforest í tíðindaskrivi.

Vørurnar, takan er um, eru einamest vakstrarevni til landbúnaðin, serliga frukt og grønmeti, og harumframt framleiðir Algamar tara-úrdráttir til matna, kosmetikk og til djórafóður.

Landbúnaður er upprunin til triðingin av øllum útláti í heiminum, men hesi vakstrarevnini úr tara stuðla eggjar til broytingar í vinnuni, og samstundis menna tey mótstøðuføri ímóti veðurlagsbroytingunum  

Íløgan í Algamar veksur munandi um vørusløgini, sum Ocean Rainforest kann bjóða kundunum, samstundis sum felagið røkkur longur út á heimsmarknaðin. Saman við serkunnleikanum og kendu vørumerkinum hjá Algamar, fær Ocean Rainforest vaksið munandi um møguleikarnar at veita heimsmarknaðinum burðardyggar, hágóðskuvørur framleiddar úr tara, sigur felagið.

Ítøkiliga fer Ocean Rainforest nú at framleiða hesar vørur, bæði á virkjunum í Kaldbak, á virkinum í Santa Barbara í Kalifornia og á framleiðsluvirkinum hjá Algamar í Ensenada í Meksiko.

Hetta samstarvið passar sum fótur í hosu til okkara ynski um at veita burðardyggar loysnir innan matvøruframleiðslu og sum stuðla upp undir lívmargfeldi sigur Ólavur Gregersen, forstjóri í Ocean Rainforest samtakinum, í tíðindaskrivinum.

Einki verður upplýst um keypsprísin.

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05