Ongi úrslit

Føroysk foreldur taka undir við at vit eiga at koppseta okkara børn

Føroysk foreldur taka væl undir við, at vit eiga at koppseta okkara børn, tey síggja koppseting sum eina felags samfelagsliga ábyrgd, og tey hava álit á myndugleikunum viðvíkjandi tilboðum um koppseting. Tað vísir nýggj hugburðskanning hjá Heilsustýrinum. Kortini haltar hjá føroyingum at røkka málsetningunum hjá WHO um barnakoppseting.

Tíðindaskriv
Í gjár kl. 10:58

Frágreiðing hjá Landslæknanum í 2024 staðfesti, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum er  minkandi í Føroyum. Vit megna tí ikki at liva upp til málsetningin hjá heimsheilsustovninum, WHO, um, at í minsta lagi 95 % av børnunum skulu hava viðmældu koppsetingarnar fyri at røkka  floksimmuniteti. Koppseting er munadygg sjúkufyribyrging, og barnakoppseting hevur havt  avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna kring heimin, tí hon verjir einstaklingin og minkar samstundis  um smittubreiðsluna av álvarsligum sjúkum. Tí eigur skeiva gongdin í Føroyum at verða tikin í  álvara. 

Um átøk skulu gerast fyri at betra um undirtøkuna, er neyðugt at skilja, hvørji viðurskifti ávirka  avgerðina hjá foreldrum um, hvørt barnið skal koppsetast ella ikki. Tí gjørdi Heilsustýrið í vár eina  kanning, sum hevði til endamáls at greina hugburðin hjá foreldrum í Føroyum til barnakoppseting.  

Kanningarúrslit 

Allir føroyingar, sum áttu børn undir 6 ár, fingu innbjóðing um at luttaka í kanningini, sum var gjørd í  Vanganum. 2.826 foreldur, svarandi til 53,8 %, svaraðu kanningini, harav vóru 66 % kvinnur og 34  % menn. Foreldrini vórðu biðin at svara, hvussu samd ella ósamd tey vóru í eini røð av útsagnum  um koppsetingarvilja. 

Yvirskipað vísa úrslitini, at koppsetingarviljin er høgur í øllum økjum í Føroyum. Kanningin vísir, at  kyn og útbúgvingarstig hava ávirkan á koppsetingarvilja við tað, at kvinnur og hægri  útbúgvingarstigi vísa á størri vilja. Aldurin á foreldrunum spælir eisini í ávísan mun ein leiklut, tí tess  eldri foreldrini eru, tess størri er viljin at koppseta børnini. 

Knapt 90 % av foreldrunum meta barnakoppsetingar vera ein felags ábyrgd við endamálinum at  steðga smittubreiðslu. Harumframt siga knapt 80 % av foreldrunum seg vera sannførd um, at  viðkomandi myndugleikar einans loyva effektivum og tryggum barnakoppsetingum. Verður hugt at  forðingum, so meta bert 4 % av foreldrunum, at tað er so tvørligt at fáa koppsetingar, at barnið ikki  fær allar koppsetingarnar.

Úrslitini frá hugburðskanningini líkjast nógv teimum í samsvarandi danskari kanning frá 2022.  Prosentparturin av árgangunum eftir 2019, sum eru liðugt koppsett, er tó munandi minni í Føroyum enn í Danmark. Ein møgulig frágreiðing kann vera, at ein áminningarskipan hevur virkað í Danmark  síðan 2014, soleiðis at foreldur fáa eina áminning sendandi, tá barnið eigur at fáa eina viðmælda  koppseting. Henda skipanin hevur víst seg at hava sera góða ávirkan á, hvussu stórur prosentpartur av børnum verða koppsett rættstundis í Danmark. Ein slík skipan er á gáttini til at  verða sett í verk í Føroyum eisini. 

Hugburðskanningin staðfestir ikki, hví undirtøkan fyri barnakoppsetingum er fallandi. Kanningin  vísir, at foreldur sum heild eru ógvuliga positiv um viðurskifti viðvíkjandi barnakoppseting, og at tey  hava álit á myndugleikunum á økinum. Hugsandi er sjálvsagt, at tey, sum eru meira ivandi, ikki  hava tikið lut í kanningini. Kanningin gevur kortini ábendingar um hugburðin hjá foreldrum í  Føroyum í dag, og úrslitini fara at verða brúkt sum grundarlag fyri teimum átøkum, Heilsustýrið fer  at seta í gongd við tí endamáli, at allar barnakoppsetingarnar fara at røkka málsetninginum hjá  WHO.


Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44