Ongi úrslit

Føroyskir fangar í Danmark fáa nú betri umstøður

Tað fer at lætta um hjá teimum og hjá teirra avvarðandi

Áki Bertholdsen
17 tímar síðan

Seinastu árini hevur Sjúrður Skaale fleiri ferðir heitt á danska løgmálaráðið um at broyta treytirnar fyri føroyingar, sum noyðast til Danmarkar at sita dóm.

Ítøkiliga hevur fólkatingsmaðurin mælt til, at treytirnar myndugleikarnir í Danmark skulu leggja upp fyri, at føroyskir fangar eru langt burturi frá familju og avvarðandi, og tí ikki hava somu møguleikar fyri útgongd og vitjan.

Hann hevur eisini reist málið fyri danska løgmálaráðharranum, Peter Hummelgaard. Og nú hevur hann v´ttað, at hann er sinnaður at seta ymisk tiltøk í verk.

Peter Hummelgaard hevur sagt, at fleiri stig nú verða sett í verk, soleiðis at treytirnar hjá føroyskum fangum í Danmark í størri mun endurspegla tann «eyka dóm«, sum tað hevur við sær, at sita dóm so langt burturi frá familju og avvarðandi, sigur Sjúrður Skaale. 

Í hesum sambandi hevur danska kriminalforsorgin nú hevur sett ein serfrøðing við vitan um føroyskar fangar og føroysk viðurskifti, og sum skal samskipa arbeiðið millum føroysku og donsku kriminalforsorgina. Serfrøðingurin skal eisini taka sær av ítøkiligum málum, sum hava við føroyskar fangar í Danmark at gera. 

Harumframt er avtala komin í lag við Føroyahúsið í Keypmannahavn um, at føroyskir fangar, sum ongan góðan hava í Danmark,  nú kunnu verða í Føroyahúsinum, tá ið teir hava útferðarloyvi úr fongslinum - men tað skal vera eftir avtalu við Føroyahúsið

Og føroyskir fangar í Danmark kunnu nú vænta, at tað fer at vera lættari at fáa vitjan úr Føroyum, og at familja og avvarðandi eisini kunnu vitja oftari og longri, tá ið tey koma til Danmarkar:

– Hetta seinasta eri eg ógvuliga glaður fyri, sigur Sjúrður Skaale í eini viðmerking.

Hann sigur, at tað er hent fleiri ferðir, at avvarðandi hjá fangum venda sær til hansara í neyð, tí at tey ikki kunnu vitja sonin, beiggja, pápa, systrina ella dóttrina meira enn eina ferð um vikuna.

– Vit tosa um fólk, sum mugu brúka nógva tíð og pengar fyri at koma úr Føroyum til Danmarkar, fyri síðani bert at sleppa at vitja eina ferð, tí soleiðis reglurnar fyri vitjandi í donskum fongslum eru, sigur fólkatingsmaðurin.

– Nú verður hetta vónandi broytt og lagað eftir, at flestu føroysku fangar í donskum fongslum eru staddir langt heimanifrá.

 Peter Hummelgaard sigur, at broytingarnar verða settar í verk nú í fyrra hálvári í ár, og ein broyting verður eisini, at føroyskir fangar í Danmark, fara at kunna fáa vitjan í eini vitjanaríbúð, umframt at kriminalforsorgin fer at dekka nakað av útreiðslunum til telefonsamrøður til Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Hægri avgjald á snús og tubbakk fer at kosta handilsvinnuni milliónir

7. november kl. 11:59