Føroyskar fyritøkur tjena framvegis pengar upp á at útflyta til Russlands. Føroyar hava sett tiltøk í verk ímóti Russlandi fyri at mótmæla álopið á Ukraina.
Tað fyrsta, sum hendi, var, at Bakkafrost gjørdi gjørdi av, av sínum eintingum, at gevast at útflyta til Russlands.
Men annars gongur alt sum vanligt og føroyski útflutningurin til Russland er enn tann sami í dag, næstan hálvtannað ár eftir innrásina, sum hann var áðrenn.
Av tí at laksur ikki verður útfluttur til Russland longur, er tað eyðvitað, at sum heild er føroyski útflutningurin til Russlands, minkaði nógv.
Men Hagstovan sigur, at útflutningsvirðið til Russlandds á øðrum vørum er tann sami sum hann var áðrenn í februar í fjør, tá ið kríggið byrjaði.
Tilsamans útfluttu vit fyri 29 milliónir til Russlands í mai.Tað, Føroyar útflyta til Russlands, er serliga uppsjóvarfiskur. Í mai í ár var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 12,6 milliónir krónur.
Hetta er á nakað tað sama sum fyri mai mánaðir undanfarin ár.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski sveiggjar nógv nógv frá mánað til mánað, og hann plagar at vera lítil frá í apríl til í august.
Í desembur útfluttu vit uppsjóvarfisk til Russlanda fyri 184 milliónir og í mars mánað í ár var talan um 145 milliónir.
Í mai í ár útfluttu vit fyri 16,4 milliónir til Russlands av øðrum vørum enn uppsjóvarfiski.
Taðan er í nógs mestan mun um olju, sum russisk skip bunkra her. Her er talan um nakað minni í nøgd enn undanfarin ár, men av tí at prísurin er farin upp, er virðið eitt sindur hægri enn undanfarin ár.