Ongi úrslit

Føroyingar lótu Reyða Krossi 1,3 milliónir

Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 11:30

Herfyri skipaði Reyði Krossur fyri eini landsumfatandi innsavning, har fólk gingu hús úr húsi við bússu, har tey kunu lata pengar í til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Samstundis kundu eisini fyritøkur, og onnur, lata stuðul. Og tilsamans lótu føroyingar Reyða Krossi góðar 1,369 milliónir í gávu.

Góðar 850.000 krónur vóru lætnar í bússurnar, sum fólk gingu hús úr húsi við, og fyritøkur og felagsskapir, lótu restina.

Reyði Krosssur sigur, at av hesi upphæddini, verða 750.000 krónur lætnar til hjálpararbeiði í Afganistan, sum varð rakt av jarðskjálvta tann  31. august og tað kravdi yvir 1.100 mannalív og legði heilar bygdir í oyði.

– Túsundtals fólk eru løstað, heimleys og hava átrokandi tørv á hjálp, sigur Reyði Krossur.

Reyði Krossur er á staðnum og veitir neyðhjálp – og við hesum stuðlinum frá Landsinnsavningini kunnu vit røkka enn longur, siga tey.

Stuðulin fer serliga til at styrkja endurmenningardeplarnar hjá afganska Reyða Hálvmána, har tørvurin á hjálp hevur verið serliga stórur eftir jarðskjálvtarnar.

Her fáa fólk sálarliga hjálp, læknaliga viðgerð og stuðul til at koma fyri seg aftur.

Restin av innsavnaða peninginum verður brúktur til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum, eitt nú:

– Mat- og klædnahjálp til familjur, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka.

– Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi.

– Samarittarnar, ið økja um tryggleikan á tiltøkum.

 – Integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fóta sær í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46