Álitið á føroyskar miðlar er sum heild gott, og serliga Kringvarpið fær góð skoðsmál frá føroyska brúkaranum, vísir kanning, ið Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt.
Í kanningini svara 77 prosent av teimum spurdu, at tey hava stórt ella nokk so stórt álit á Kringvarpinum. Næstur at Kringvarpinum er Portalurin, har 65 prosent av teimum spurdu siga seg hava stórt ella nokk so stórt álit á miðlinum.
Tølini fyri Sosialin/in.fo og Dimmalætting/dimma.fo er ávíkavist 62 og 61 prosent, meðan tey fyri Vágaportalin og Norðlýsið eru 44 og 41 prosent.
Rættiliga javnt er millum fremstu miðlarnar millum teirra, ið siga seg hava ”nokk so stórt” álit á miðlunum. 57 prosent av teimum spurdu hava nokk so gott álit á bæði Kringvarpinum og Portalinum, meðan tey tølini eru ávíkavist 55 og 54 fyri Sosialin og Dimmalætting.
Tað eru kortini nógv fleiri, ið hava ”stórt álit” á Kringvarpið enn hinar miðlarnar. Heili 20 prosent siga seg hava stórt álit á Kringvarpið, meðan tey tølini fyri hinar miðlarnar eru sjey, sjey og átta prosent.

Tað er Kringvarpið, ið hevur biðið Fróðskaparsetrið lata kanningina gera, og Heini í Skorini Ph.D og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt kanningina saman við greiningarfyritøkuni Lóður.
- Tølini eru jalig, tí óheftir miðlar eru ein hornasteinur undir fólkaræðinum. Álit á miðlunum stimbrar bæði fólkaræðisliga orðaskiftið og savningarmegina í føroyska samfelagnum”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.
Hóast álitið á miðlarnar tykist javnt millum føroyingar, er nýtslan av ymisku miðlunum sera ymisk.
Kringvarpið og Portalurin og nógv mest nýttu miðlarnir í Føroyum. 57 prosent av teimum spurdu nýta Kringvarpið í minsta lagi eina ferð um dagin, meðan tað talið er heili 60 prosent fyri Portalin.
31 prosent siga seg nýta Sosialin ella in.fo í minsta lagi eina ferð um dagin, og hjá Vágaportalinum er hetta talið 26 prosent.
11 prosent siga seg nýta Norðlýsið hvønn dag, meðan bert seks prosent brúka Dimmalætting ella dimma.fo hvønn dag.

Til samanberingar kann sigast, at kanningin spyr eisini, hvussu ofta fólk nýta Facebook, og har svara 80 prosent, at tey eru á Facebook hvønn dag. Tað eru kortini ikki nógv teirra, ið hava álit á upplýsingunum, ið koma frá Facebook. Bert fimm prosent av teimum spurdu hava álit á upplýsingunum, ið koma frá Facebook, og bert eitt prosent siga seg hava stórt álit á teimum.