Ongi úrslit

Føroyingar hava ikki stóran hug at lata seg koppseta

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Frá 1. oktober til 20. desember 2025 kundu fólk, sum vóru 65 ár og eldri, og fólk í ávísum vandabólkum verða koppsett ókeypis fyri influensu og koronu.

Tað eru heilsumyndugleikarnir, sum mæla til, at hesir bólkarnir verða koppsettir og tí var tað ókeypis.

Men undirtøkan er ikki nakað serlig.

Heilsustýrið sigur, at nú tølini eru gjørd upp, vísir tað seg, at tað eru bara 50% av teimum, sum eru 65 ár og eldri, sum tóku av tilboðnum og lótu seg koppseta fyri influensu.

Talvan vísir, hvussu nógv lótu seg koppseta fyri ávikavist influensu og koronu

Koppsetingin fyri koronu fekk enn minni undirtøku, tí bara 34 % vórðu koppsett fyri koronu.

Heilsustýrið sigur, at tað er at kalla eingin munur ímillum kynini.

Meginparturin av teimum vórðu koppsett, vórðu tað beinanvegin í oktober, tí longu tá høvdu 70% av øllum teimum, sum vóru koppsett, fingið sproyturnar.

Í novembur vórðu góð 20% í koppsett og 5% av teimum, sum lótu seg koppseta, bíðaðu til í síðstu løtu, og gjørdu tað í desembur.

Tølini fyri 2025 samsvara væl við tølini fyri tey bæði undanfarnu árini, sigur Heilsustýrið.

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

20. mars kl. 13:01