Ongi úrslit

Føroyingar hava altíð havt skipaða, lógliga og burðadygga hvalaveiðu

Paul Watson hevur víst ferð eftir ferð, at hann onga virðing hevur fyri landsins lógir.

© LinkedIn
Jóhanna Højgaard
25. juli kl. 14:45

Vit spurdu landstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, hvat hann heldur um tað, at Paul Watson fyrr í vikuni slapp undan at verða undir "reyðari áheitan?"

-Paul Watson hevur fullan rætt at mótmæla grindadráp og hvalaveiðu -innan lógarinnar karmar.

Men hann hevur víst ferð eftir ferð, at hann onga virðing hevur fyri landsins lógir.

Tvørtur móti, erpar hann sær av tí, um tað tænir hansara persónligu dagsskrá.

Føroyingar hava altíð havt skipaða, lógliga og burðadygga hvalaveiðu.

Eg haldi at tað var eitt stórt mistak av danska løgmálaráðharranum ikki at útflýggja Paul Watson til Japan, tí Paul Watson hevur longu kunngjørt at hansara virksemi fer at halda áfram.

Eg fari sum landsstýrismaður at tryggja mær, at lógir og reglur vera fylgdar, og at løgreglan er fyrireika til uppgávurnar, tekur hann avgerð um at koma til Føroya í samband við grindadráp, er svarið hjá landsstýrismanninum.

Paul Watson ikki longur undir "reyðari fráboðan"

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14