Ongi úrslit

Paul Watson er ikki longur undir 'reyðari fráboðan'

Í fjør summar varð Paul Watson handtikin í Grønlandi

Jóhanna Højgaard
23. juli kl. 10:50

Interpol hevur gjørt av at taka eina sokallaða ‘reyða fráboðan’ av aktivistinum Paul Watson.

Interpol heitir sostatt ikki longur á alheima løgreglumyndugleikarnar, at handtaka Watson.

Tað var advokaturin hjá honum, William Julié, sum upplýsti hettar fyri tíðindastovuni AFP.

Í fjør summar varð Paul Watson handtikin í Grønlandi, júst orsakað av ‘reyðu fráboðanini’ úr Japan, sum var á honum.

Hann varð varðhaldsfongslaður í meira enn fýra mánaðir, áðrenn danska løgmálaráðið avgjørdi, ikki at útflýggja hann til Japan.

Tíðindastovan AP skrivar, at Interpol upplýsir, at avgerðin ikki skal síggjast sum ein meting av hendingunum, sum fóru fram í Japan í 2010 og sum elvdu til leitingina eftir Watson.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14