Føroyavinur handtikin í Italia

Katalanski loysingarleiðarin í útlegd, Carles Puigdemont, sum vitjaði í Føroyum í 2018, bleiv handtikin í gjár í Italia

Sigurjón Einarsson
24. september 2021 kl. 10:19

Fyrrverandi katalanski forsetin Carles Puigdemont bleiv handtikin í gjár í Italia. Tað upplýsir sakførari hansara.

– Puigdemont forseti bleiv handtikin á italsku oynni Sardinia, har hann var á ferð sum ES-tingmaður, sigur sakførarin, Gonzalo Boye, á Twitter.  

Hann leggur afturat, at handtøkan hendi í støði í einum handtøkuboðum frá oktober 2019.

Carles Puigdemont var farin til Sardinia at vitja fólk og taka lut á festivalinum Aplec Internacional Apifolk. Partur av Sardinia er katalanskt talandi, so tað er tætt samband millum Katalonia og Sardinia.

Puigdemont flýddi til Belgia fyri at sleppa sær undan at verða handtikin av sponsku myndugleikunum, eftir miseydnaða roynt hjá honum at loysa Katalonia frá Spania í 2017.

Hann er, saman við øðrum, ákærdur av sponsku myndugleikunum fyri at skipa fyri einari ólógligari fólkaatkvøðu í 2017, umframt at eggja til uppreistur og misbrúk av almennum pengum.

Hini bæði eru Clara Ponsatí, fyrrverandi útbúgvingarráðharrakvinna í Katalonia, sum fyrst flýddi til Skotlands, men sum nú er stødd í Belgia, har hon hevur verið ES-tingkvinna síðani í januar 2020. Tann triði er Toni Comín, fyrrverandi heilsumálaráðharri í Katalonia, ið eisini er staddur í Belgia, har hann er ES-tingmaður.

Vitjaði í Føroyum

Carles Puigdemont vitjaði í Føroyum í 2018, eftir at Magni Arge hevði boðið honum til Føroya á vitjan í samband við ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt.

Hann var sera fegin um vitjanina í Føroyum.

Í einum Twitter-boðum, eftir vitjanina, takkaði hann føroyingum fyri blíðskapin og mælti øllum til at fara til Føroya.

- Í Føroyum hitti eg eitt mentað fólk, sum tóku væl ímóti mær og sýndu stóran blíðskap. Eg mæli øllum til at vitja hesar avbera vøkru oyggjar, skrivaði Carles Puigdemont millum annað eftir vitjanina í Føroyum.

Í mai í 2019 varð hann valdur í Evropatingið, men í mars í ár atkvøddi ein meiriluti av limunum fyri at taka immunitetin burtur frá honum og hinum báðum loysingarsinnaðu politikkarnum úr Katalonia.