Ongi úrslit

Føroyar vertur fyri altjóða fundi og ráðstevnu

Áki Bertholdsen
4. august kl. 08:38

Hesa ferð verður tað Sjónám í Klaksvík, sum er vertur, tá ið limirnir í altjóða felagsskapinum, International Association for Safety and Survival Training, IASST, samlast í Føroyum í  døgunum 11.-13.septembur.

Og í hesum sambandi verður eisini ráðstevna Hotel Hilton, har evnið er Sjóvinnuleiðsla við denti á trygdar- og trivnaðarmenning.

Brandur H, í Funningsstovu, leiðari á Sjónámi, sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og kunna hvønn annan um, hvussu hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast, siga fyrireikararnir.

Skráin fyri vitjanina er hendan:

Hósdagin 11.sept er aðalfundur hjá IASST-limum á Sjónámi og vitjað verður eisini hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.

Fríggjardagin12.sept verður almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum í trygd á sjónum, og har tað eisini verður verkstova, har viðkomandi trygdarpurningar verða viðgjørdir.

Leygardagur 13.septemvur verður útferð og ymsar vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

Á Sjónámi halda tey, at tíðin er búgvin til at trygd og trivnaður á sjónum verður umrøtt og endamálið við tiltakinum er at fáa íblástur og at fáa eitt fakligt orðaskifti ímillum føroyskar og altjóða luttakarar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20