Kenna tit søguna um hundin, sum goyði tá sólin reis – og tí helt, at tað var hann, sum fekk hana at rísa?
Tað kom eg at hugsa um, tá eg las álitið, sum Løgtingsins Uttanlandsnevnd hevur skrivað í málinum um revsitiltøk móti Russlandi.
Men fyrst samanhangurin:
Russland hevur nú bumbað í Ukraina í skjótt fýra ár. Og kríggið kemur nærri og nærri okkum.
Lat okkum bara hyggja at, hvat er hent síðstu fýra dagarnar:
Russland hevur framt ógvuslig álop heilt har vesturi í Ukraina, beint við markið til Póllands. Ein pólsk jarnbreyt er sprongd. Bretar hava rikið eitt sivilt russiskt skip burtur, tí tað njósnaðist. Norsk flogfør hava (aftur) verið á veingjunum fyri at verja pólskt loftrúm.
Tað eru bara síðstu dagarnir.
Herfyri vóru fleiri hybrid-álop við dronum á Norðurlond – m.a. Danmark og Norra. Eingin bumbað varð tveitt, men signalið var greitt: Vit kunnu raka tykkum!
Kríggið kemur altso nærri – og Russland brúkar nógvar mátar. Hildið verður, at sivil skip vórðu nýtt til dronuálopini í Danmark og Norra. Tað er ikki at undrast á. Tað er ein almenn russisk samtykt, at sivil skip kunnu brúkast til njósning og sabotasju.
Taka tað í álvara
At russisk olja og gass framvegis verður keypt í Europa, er rætt. Men alt verður gjørt fyri at sleppa undan hesum. Tí okkara grannalond taka støðuna í álvara: Finnland og Svøríki eru komin uppí NATO. Norsk flogfør flúgva í pólskum loftrúmi. Hervøldini verða styrkt.
Og so verður Ukraina stuðlað hernaðarliga og á annan hátt. Danmark hevur higartil latið knappar 80 milliardir í stuðli. Norra hevur viðtikið at lata góðar 200 milliardir norskar krónur frá 2023 til 2030, og tosað verður um at økja upphæddina munandi við at taka úr oljugrunninum. Svøríki hevur latið góðar 100 milliardir svenskar krónur.
Ein rúgva av útgerð er latin Ukraina, og í Danmark verður bygd ein verksmiðja, sum skal framleiða til ukrainska herin.
Men hetta er ikki alt, tí øll londini hava eisini økt munandi um íløgurnar í egna verju. Alt fyri at verja seg móti Russlandi.
Hetta gera tey eisini okkara vegna. Skuldu vit rindað lutfalsliga tað sama sum hini, høvdu vit tosað um eina hálva milliard um árið – sum so hevði hækkað til meir enn tað dupulta komandi árini. Men okkara útreiðslur til verju eru null krónur.
”Neyvan hald í illgrunanum”
Norra umsitur Barentshavið saman við Russlandi, og tí er fiskivinnusamstarv millum londini neyðugt. Men Norra hevur kortini útilokað tveimum reiðaríum, sum eru undir sterkum illgruna fyri fíggindaligt virksemi.
Føroyar hava frá fyrsta degi sagt, at vit fylgja okkara grannalondum, tá tað kemur til sanktiónir. Tí hevur landsstýrið biðið løgtingið um heimild til at gera sum Norra, og útiloka hesum skipum.
Men tá mann lesur álitið frá Uttanlandsnevndini gerst greitt, at heimildin verður ikki givin.
Samgonguumboðini siga, at ”Tað er lítið og einki, sum talar fyri, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna.”
Eisini verður sagt, at tað ”neyvan er hald í illgrunanum um, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur.”
Limirnir í Uttanandsnevndini vita, at Russland fremur ófatilig brotsverk. Teir vita, at kríggið kemur nærri og nærri. Teir vita, at øll russisk skip kunnu fáa álagt at arbeiða fyri herin – t.d. fremja sabotasju og njósning. Og teir vita, at nógv gera tað.
Men hetta hevur onga ávirkan á meirilutan í nevndini.
Hóast formliga heimildin verður givin, krevur nevndin eisini, at skal nakað ítøkiligt gerast, skal tað aftur fyri nevndina. Og alt bendir á, at hon tá fer at siga nei.
Pedofilurin
Tað er eitt sindur ringt at skilja.
Ímynda tær, at tú hevur eina mannliga barnagentu. Tú veitst, at maðurin er pedofilur, og tú veitst, at hann hevur gjørt seg ógvusliga inn á børn í grannahúsunum.
Men tú vilt gjarna hava hann sum barnagentu kortini, tí ”tað er lítið og einki, sum talar fyri”, at hann hevur gjørt seg inn á títt barn, og tað er ”neyvan hald í illgrunanum um”, at hann hevur gjørt nakað inni í tínum húsum.
Tú hevði ikki viljað havt mannin inn. Tí tú kendi hansara søgu, og tú kendi hansara karakter.
Vit kenna søguna hjá Putin-stjórnini. Vit kenna karakterin.
Hesi bæði umrøddu reiðaríini eru beinleiðis knýtt at einum aggressivum ræðustýri. Og tá norðmenn ikki longur tora at lova teimum inn til sín, so kemur tað ikki av ongum.
Tá tú hevur at gera við eitt stýri sum tað russiska, so bíðar tú ikki, til brotsverkið er framt. Tú bíðar heldur ikki við at tveita tann pedofila á dyr, til hann hevur gjørt seg inn á barnið. Tú handlar við støði í hansara søgu og hansara karakteri. Tað er møguleikin fyri, at hann kann gera okkurt skeivt, sum fær teg at steðga samstarvinum.
Tað er tað, Norra ger. Tað merkir ikki, at Norra sigur sjálva avtaluna við Russland upp. Russisk skip sleppa framvegis í norskar havnir. Men hesi bæði reiðaríini sleppa ikki.
Soleiðis gera vit ikki í Føroyum.
Vit taka vit kjansin!
Jacob í vanligum stíli
Jacob Vestergaard roynir í sínum áliti sum vanligt at gera alt til eitt stríð millum Føroyar og Danmark: ”Tað, sum danski forsætismálaráðharrin, Mette Frederiksen, og donsku verju- og uttanríkismálaráðharrarnir, Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen, halda, ja, tað halda vit eisini,” sigur hann forhánisliga.
Hetta er sum at hoyra Høgna Hoydal.
Men tað hevur einki við Danmark-Føroyar at gera. Verja er ikki uppgávan hjá hvørjum landi sær. Tað er nakað, mann stendur saman um. Tey, sum verja Føroyar, eru ikki vit sjálv. Tað er NATO. Tað eru Finnland, Svøríki, Danmark, Bretland, Ísland. Uttan NATO høvdu Føroyar ligið púra verjuleysar.
Hvørjum heldur Jacob, at vit skuldu vit vart okkum við? Seyðabyrsum?
Hetta snýr seg um, at vit skulu sýna ábyrgd mótvegis okkara grannum. Teimum grannum, sum nýta veldugar upphæddir til verju, eisini okkara vegna. Uttan at vit rinda nakað sum helst fyri tað.
Men Jacob Vestergaard er millum tey, sum kategoriskt nokta at síggja veruleikan. Tað gjørdi hann áðrenn russisku innrásina. Tað gjørdi hann sama dag, sum hon hendi. Og tað hevur hann gjørt síðani.
Maðurin hevur staðið, stendur og fer helst altíð at standa á skeivari síðu.
Músin á brúnni
Bárður Nielsen roynir í sínum áliti eisini at skúgva veruleikan til viks við at siga, at “vit kunnu staðfesta, at Føroyar higartil hava tikið minst líka stór stig ímóti Russlandi sum grannalondini í Norðuratlantshavi og ES.”
Tað var hetta sum fekk meg at hugsa um hundin, sum helt seg fáa sólina at rísa, tá hann goyði.
Mann fer eisini at hugsa um músina, sum fylgdist yvir um brúnna við elefantinum, og segði: “Tað er øgiligt sum vit báðir trampa hart”.
Burtursæð frá, at músin í hesum føri – Bárður Nielsen – heldur seg trampa HARÐARI enn elefanturin...
Jenis
Í sínum áliti sigur Jenis av Rana: “eftir viðgerðina av málinum og eftir at hava havt fundir við viðkomandi aktørar, stendur minnilutanum greitt, at ikki kann útilokast, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur”.
Hann sigur eisini, at tað “kann heldur ikki, við núverandi avmarkaðu eftirlitsførleikum, útilokast, at skipini, sum hava loyvi at fiska við Føroyar, fremja brot á lógina ella fiskivinnuavtaluna”.
Sambært meirilutanum er “lítið og einki”, sum bendir á russisk lógarbrot, og tað er “neyvan hald í illgrunanum” um umskiping av ólógligum vørum.
Jenis hevur fingið somu kunning, og sigur, at kriminalitetur ikki kann útilokast.
Nevndin hevur altso onga trygd fingið fyri, at Russland ikki misbrúkar atgongdina til Føroyar til ólógligt virksemi. Og tað er álvarsamt, tá talan er um eitt land, sum førir eitt brutalt kríggj ímóti Europa.
Jenis tekur tað í álvara – og hattin av fyri tí!
Russisk hóttan
Úr Russlandi er komin ein hóttan um, at gera vit sum Norra og Bretland og Ísland og ES og nokta hesum báðum reiðaríunum at koma til Føroya, so fer tað at fáa avleiðingar fyri fiskivinnusamstarvið millum londini og fyri russiska innflutningin úr Føroyum.
Tað trúgvi eg einki uppá. Soleiðis hava teir mangan hótt fyrr uttan, at nakað er hent.
Og hví hótta soleiðis? Vissi hetta fyri Russland bara snúði seg um fiskarí og handil, so hevði fiskurin kunnað blivið fiskaður av øðrum russiskum skipum. Tey tróta ikki.
Men hetta snýr seg helst um annað og meira enn tað. Tað snýr seg um, at hesi serligu skipini skulu hava atgongd til eitt lítið NATO-land, sum er eitt hol í skipanini, tí tað bæði hevur sera veikt eftirlit og veikar politikarar.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at gera Føroyar so heftar at Russlandi fíggjarliga, at vit kunnu hóttast til at taka politiskar avgerðir, sum ganga ímóti okkara sameindu og eru til gagns fyri Russland.
Tað er har, teir veiku politikararnir koma inn.