Ongi úrslit

Føroyar sum eitt sterkt íverksetaraland

Johan Dahl
6 tímar síðan

Skulu vit tryggja vælferðina í Føroyum eisini í framtíðini, mugu vit skapa betri karmar fyri teimum, sum vilja byrja nýggjar fyritøkur. Nýggjar fyritøkur eru ein av størstu keldunum til nýggj arbeiðspláss og búskaparligan vøkstur.

Føroyar er fult av íverksetarum, men karmarnir eru ikki nøktandi fyri teimum og tí skal eitt greitt politiskt mál at vera, at Føroyar gerast eitt sterkt íverksetaraland.

Tað skal vera lætt og skjótt at stovna eina fyritøku. Umsitingin eigur at vera einføld og talgild, so íverksetarar kunnu brúka orkuna upp á hugskot og menning – ikki upp á byrokrati (Estland er eitt gott fyridømi) .

Atgongd til kapital má eisini vera tøk. Nýggjar fyritøkur hava ofta tørv á váðafúsari fígging fyrstu árini. Tí eiga vit at skapa skipanir, ið gera tað lættari hjá privatfólki og íleggjarum at seta pening í nýggjar fyritøkur.

Skattaskipanin eigur at tillagast, so hon stuðlar vøkstri. Tá vinningur verður nýttur í nýskapandi íløgur, skulu skattafyrimunir verða .

Føroyar skulu samstundis byggja á sínar styrkir á – serliga innan sjóvinnu, matvørurframleiðslu, maritima tøkni og nýggjar grønar loysnir og vitanarvinnur.

Vit hava allar fortreytir fyri at gerast eitt sterkt íverksetaraland og royndarøkið fyri nýggjum loysnum. Vit hava dugnalig fólk, sterka vinnu og stuttar avgerðarleiðir. Við røttum politiskum karmum, kunnu vit skapa eitt samfelag, har hugskot fáa møguleika at vaksa og skapa arbeiðspláss í Føroyum.

Eitt av okkara hjartamálum er, at hetta skal eydnast – vit skapað karmarnir.

Vel Sambandsflokkin

Johan Dahl, løgtingsmaður

Valevni fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41