Føroyar kendu ikki vitjunartíðina

Moldova staðfesti við fínum verjuspæli og broddi í skjótum mótálopum, at teirra lið hevur bilbukt við føroyska liðnum

Jóannes Hansen
10. september 2023 kl. 18:53

Tað er stórt vónbrot á Tórsvølli. Grikski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og teir gott og væl 2700 áskoðararnir eru saman við spælarunum og øllum hinum í føroysku leguni vónbrotin.

Máltalvan vísir 0-1. Føroyar eiga bara stigið, sum varð vunnið í 1-1 dystinum í Moldova í mars.

Í kvøld varð møguleikin roknaður at vera størri, enn hann hevur verið higartil í ár, men soleiðis gekk tað ikki.

Føroyar løgdu væl fyri. Sammett við soleiðis, sum liðið sá út í Warzawa hóskvøldið, so vóru fýra broytingar á føroyska liðnum. Tað var lagt upp til, at í kvøld skuldu føroyingarnir hava bóltin meiri, enn teir høvdu hóskvøldið, og tað var lagt upp til, at tað í kvøld skuldi vera meiri framrættað.

Soleiðis var tað eisini. Brandur Hendriksson Olsen stýrdi á miðvøllinum, spælið fleyt væl kring spælskiparan, og tað vóru nógvar góðar støður kring moldoviska brotsteigin og í brotsteiginum.

Væl upplagdi Jóannes Bjartalíð smekkaði úr 27 metrum bóltin í brotsteigin, og eftir framlegging úr høgru var Klæmint A. Olsen um reppið at heilfluktað bóltin í málið, tá ið hann var leysur innanfyri verjuna, men hann rakti ikki bóltin.

Meðan Føroyar vóru í 4-4-2 uppstilling, so var Moldova í 5-4-1 uppstilling. Gestirnir vóru ógvuliga væl skipaðir í verjuspælinum, og teir vóru tilvitaðir um, hvussu teir skuldu gera skjótt av í álopum, og tað var fleiri ferðir tætt við, tá ið teir struku fram eftir vøllinum, og onkra ferðina vóru teir tríggir ímóti trimum.

Eftir steðgin flutti Moldova liðið eitt vet longri fram á vøllin. Tað kendist aftur í, at føroyingarnir ikki høvdu so lætt við at fáa spælið at rigga soleiðis, sum tað hevði gjørt í 1. hálvleiki.

Og so gekk tað soleiðis, sum tað varð óttast fyri, og sum tað avgjørt ikki átta at verða. Heimamenninir mistu á veg í álop,  og so gjørdu gestirnir skjótt av. Nicolaescu legði innfyri úr høgru, og liðformaðurin Vadim Rata var merkiliga leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Føroyingarnir royndu at leggja meiri fyri í álopspartinum, og fleiri skiftingar vóru gjørdar, men tað eydnaðist ikki at vinna heilt upplagda málmøguleikan. Heldur var tað mótstøðuliðið, sum eftir horna úr vinstru var um reppið at økja um leiðsluna, men Mattias H. Lamhauge bjargaði framúr væl dygst úti nærru stólparótina.

Undan dystinum helt Håkan Ericson, at fyrsta treytin fyri at fáa skilagott spæl og gott úrslit var, at tsað gekk skjótt fyri seg, og at spælararnir tordu at hava bóltin og í løtum at varðveita hann, meðan dyrgt var eftir góða málmøguleikanum.

Soleiðis var tað í 1. hálvleiki. Tá eydnaðist ikki at fáa úrtøku. Eftir steðgin var spælið meiri strongt, og brekkan gjørdist brattari, tá ið Moldova skoraði málið.

Ein minutt undan leikloki var um reppið, at tað eydnaðist at javna, men eftir innlegg úr høgru lá bólturin eitt vet ov høgt og eftir innlegg úr vinstru sendi Gunnar Vatnhamar, sum var fluttur fram á miðvøllin, bóltin dygst skeivu megin stólpan.

 

Føroyar – Moldova 0-1 (0-0)

0-1: Vadim Rata 53.

Føroyar:  Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson Sørensen (René Shaki Joensen, 46.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen (Hørður H. Askham, 79.), Andrass Johansen (Sølvi Vatnhamar, 64.) – Jóan Símun Edmundsson (Hannes Agnarsson, 64.), Klæmint A. Olsen (Stefan Radosavljevic, 79.)