Børn og ung í Danmark skulu vita nógv meira um Føroyar og Grønland. Tað er málið hjá donsku stjórnini, sum í dag er komin við eini nýggjari ætlan um ríkisfelagsskapin. Talan er um eina avtalu, sum er gjørd í samstarvi við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin.
Sjúrður Skaale sigur í tíðindaskrivi, at her verður lagt upp til meira, kravda, undirvísing um ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum.
Eisini verða pengar settir av til eina ríkisfelagsskapsviku, har næmingar serlga skulu læra um Føroyar og Grønland. Og í studentaskúlum skulu næmingarnir lesa fleiri føroyskar og grønlendskar rithøvundar, og betri møguleiki verður fyri námsferðum millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.
– Eg haldi, hetta eru nøkur øgiliga góð tiltøk, tí jú størri vitan, vit hava um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, jú færri fordómar, sigur Sjúrður Skaale í tíðindakrivi í morgun.
Danski undirvísingarráðharri, Mattias Tesfaye, ið hevur lagt avtaluna fram, væntar sær nógv av nýggju átøkunum.
– Støðan í heiminum í dag leggur fólkaræðið undir trýst. Ófriðurin minnir okkum um, at samanhald ikki er ein sjálvfylgja, men nakað, mann skal halda fast í. Tað er tørvur á at styrkja vitanina um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, og arbeiðið byrjar í skúlanum, sigur hann í tíðindaskrivinum.