Tað er heimssøga skrivað í Póllandi. Føroyar hava vunnið bronsu í HM kappingini í hondbólti fyri U-21 landslið.
Føroyar vunnu við einum máli, 27-26, ímóti Svøríki, og besti spælari í bronsudystinum var føroyski málverjin Aleksandar “Sasha” Lacok úr Vestmanna kosin at vera. Hann bjargaði 17 ferðir, og bjargingarprosentið hjá honum var 36. Nú fer hann at royna seg í sveisiskum hondbólti.
Hálvleiksstøðan var 12-12, eftir at Svøríki eina løtu var frammanfyri 12-9. Føroyar vóru ongantíð frammanfyri, inntil seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. So eydnaðist tað at vinna leiðsluna, og føroyingarnir hugdu ongantíð aftur um seg. Onkra løtuna var leiðslan fimm mál - 25-20 - men síðstu fáu minuttirnar minkaði leiðslan aftur. Sviar megnaðu ongantíð aftur at vinna seg upp á javnt, og tá ið pólsku dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð, var fagnaðurin ovurhonds stórur í føroysku leguni.
Fagnaðurin er stórur í føroyska hondbóltsheiminum, í føroyska ítróttarheiminum, í Føroyum yvirhøvur og allur ítróttarheimurin undrast yvir føroyska avrikið, sum er eitt satt bragd.
Sammett við í hálvfinaluni ímóti Portugal, so vóru føroysku spælararnir eins tryggir í verjuspælinum sum fríggjakvøldið, og Sasha spældi eins væl, sum hann gjørdi fríggjakvøldið. Føroyingarnir misnýttu nøkur brotskøst, men í álopsspælinum var talan um væl færri villur, enn tað var ímóti Portugal.
Hetta var síðsti dysturin hjá hesum monnunum á U-21 landsliðnum. Fleiri teirra fara heilt víst at vera í hópinum, tá ið A-landsliðið eftir ársskiftið fer at luttaka í EM endaspæli. Í innleiðandi umfarinum fara at teir at spæla í Norra.
Fleiri spælarar umboða longu feløg uttanlands, og eingin ivi er í, at avrikið í HM endaspælinum fer at økja um áhugan í útlendskum feløgum fyri føroyskum spælarum.
Føroysku málskjúttarnir: Óli Mittún 9, Ísak Vedelsbøl 6, Trúgvi Hávardsson: 2, Óla Jákup Gaard Olsen 2, Rókur Ziskason 2, Tóki Friðriksson 1, Sofus í Selvindi Nattestad 1, Niklas Gaard 1, Búi Djurhuus Poulsen 1, Høgni Heinason 1 og Høgni Højsted 1
Føroyingarnir fáa bronsukrónurnar seinni í kvøld. Tað verður eftir finaluna millum Danmark og Portugal, sum verður klokkan 18.30.