Ongi úrslit

Føroya bestu vørumerki 2025 kosin

Brandr
3 tímar síðan

Fríggjadagin 27. febtuar vórðu Føroya bestu vørumerki 2025 kosin á hátíðarligum tiltaki í Við Tjarnir. Í eini fullsettari høll vórðu fyritøkur og arbeiðspláss heiðrað, sum hava vunnið sær eitt serligt pláss í føroyska hugaheiminum – bæði hjá kundum og starvsfólkum.

Umleið 700 føroysk vørumerki vóru í uppskoti í ár. Eftir eina drúgva og professionella metingartilgongd, har bæði dómsnevnd og kanningar millum kundar og starvsfólk vóru partur av grundarlagnum, vóru 23 vørumerki tilnevnd í fýra bólkum. Og tá av tornaði vóru hesi vørumerki kosin sum tey allarbestu:

Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum: Navia

Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum: Atlantic Airways

Fyritøkumarknaður: GroAqua

Fyrstu ferð varð eisini heiðurin Føroya besta starvsfólkabrand latin og vinnarin gjørdist Føroya Banki.

Henda virðisløn verður latin arbeiðsplássi, sum hevur eitt serliga gott umdømi millum starvsfólk, høgan trivnað og sterka atdráttarmegi. At Føroya Banki vann hendan heiður undirstrikar vaksandi týdningin av at arbeiða miðvíst við mentan, trivnaði og starvsfólkabranding.

Ein serligur heiður var eisini latin Eivør fyri Føroya besta persónliga vørumerki. Eitt persónligt vørumerki er ein persónur, sum hevur ein greiðan og týðiligan samleika, og sum við síni framferð, sínum virðum og sínum úrslitum skapar álit og ávirkan.

Dómsnevndin fyri Føroya bestu vørumerkjum umboðar ein breiðan skara av fakfólki úr bæði privata og almenna geiranum. Kjósanin av bestu vørumekjunum byggir á systematiskar dømingar og vísindaligar kanningar millum kundar og starvsfólk hjá tilnevndu vørumerkjunum.

Branding hevur vaksandi týdning

Umframt sjálva heiðranina var eisini faklig skrá við fyrilestrum og kjaki um branding og starvsfólkabranding. Dentur varð lagdur á, hvussu sterk vørumerki skapa kappingarføri, álit og atdráttarmegi – bæði mótvegis kundum og starvsfólki.

Tiltakið vísir, at føroyskt vinnulív arbeiðir alsamt meira miðvíst og strategiskt við branding. Í eini tíð við harðari kapping um bæði kundar og arbeiðsmegi er eitt sterkt vørumerki ein av mest virðismiklu ognunum hjá eini fyritøku.

Tað er brandr Føroyar, partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global, ið stendur fyri Føroya bestu vørumerkjum. Endamálið er at varpa ljós á og skapa kjak um týdningin av at styrkja og virðisøkja sítt vørumerki – sum grundarlag undir burðardyggum vøkstri og sterkum føroyskum vinnulívi.

Myndir: Lucas Frayssinet

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

Í gjár kl. 17:24